El Dorado

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kort av El Dorado.
Muisca raft Legend of El Dorado Offerings of gold.jpg

El Dorado (spanskt Tann gylti býurin) merkir tann gylti og er navnið á einum gull-landi í Latínamerika, sum segðist vera so ovurfylt við gulli, silvuri og kopari, at alt innbúgv var evnað úr tí, og allar standmyndir í ríkinum vóru gjørdar úr reinum gulli. Leitanin eftir El Dorado byrjaði longu 40 ár eftir, at Kristoffur Kolumbus fann Latínamerika í 1492. Tá byrjaðu evropearar av sonnum at taka lond undir seg og fór hetta so harðliga fram, at ríkini hjá bæði astekum og inka-indiánum vóru útslettað longu í byrjanini av 1500-talinum.

Søgur úr El Dorado[rætta | rætta wikitekst]

Slaturin hevði leingi gingið um goymd ríki langt inni í suðuramerikanska frumskóginum. Ambrosius Ehinger, sum spanski kongurin hevði sent til Latínamerika at leita sær eftir gulli, var tann fyrsti, ið hoyrdi søgnina um "El hombre dorado" - tann gylti maðurin. Hetta var ein søga um ein ótrúliga ríkan høvdinga á fjallinum Kundinamarca, sum hvørt ár smurdi seg inn í eina klebruta evju og rullaði seg í gullstøvi. So baðaði hann sær í einari heilagari á, til alt gullið var runnið av honum. Nú áttu gudarnir tað. Ambrosius Ehinger gjørdist bergtikin av hesi gomlu indiansku søgnini og setti sær fyri at finna El Dorado og taka gullið til sín sjálvs.

Hundraðtals rannsóknarlið fóru næstu árini til Suðuramerika. Allir leitaðu teir eftir tí gylta landinum. Teir royndu alt fyri at fáa tey innføddu at siga sær sínar loynidómar. Teir píndu hesi villu og fóru við teimum sum dýr. Ræðuligar søgur gingu um, hvussu indiánararnir hevndu seg móti hesum sponsku rannsóknarfólkunum. Teir fangaðu rannsóknarliðini og stoyttu brennandi gull niður í hálsin á teimum, fyri at sløkkja teirra gulltosta. Aðrir blivu sundurlimaðir meðan teir enn vóru livandi og steiktir.

Ein heiðurligur riddari, sum æt Gozalo Jiminez de Quesada, royndi ein annan framferðarhátt. Ístaðin fyri at noyða tey inføddu við valdi at geva honum gull og upplýsingar, gjørdist hann vinur við tey. Hetta gav úrslit - ein stamma lovaði at vísa honum leiðina til fjallið Kundinamarca.

Alt gekk sum tað skuldi, men tá Quesada kom til staðið og møtti innbúgvunum, Chibcha-fólkið, gjørdist hann skuffaður. Tað vísti seg, at søgnin um høvdingin, sum ofraði gull til gudarnar, var sonn, men at tey langt síðani vóru givin við hesum siði, serliga tí tey einki gull høvdu. Vónsvikin gjørdi Quesada av at taka staðið við vald og soleiðis taka tað ríkidømið, ið var at fáa.

Sir Walter Raleigh[rætta | rætta wikitekst]

Hóast hetta, forðaði tað ikki øðrum í at halda á at leita eftir El Dorado. Ein tann kendasti rannsóknarleiðarin var Sir Walter Raleigh. Hann var enskur aðalsmaður og skald. Men Raleigh var eisini sjórænari og ævintýrari, sum bara var sloppin undan geglinum, tí hann hevði gott samband við drotningina.

Á einari av sínum sjóferðum til Suðuramerika, tók Raleigh ein gídsla. Maðurin var ein av teimum, sum leitaði eftir El Dorado. Raleigh setti mannin á eina oydna oyggj at doyggja, men áðrenn hevði hann fingið hendur á einum brævi, sum neyðars maðurin hevði skrivað um gulllandið. Og soleiðis byrjaði endaleysa reikan hjá Raleigh gjøgnum Suðuramerika. Heima í Onglandi gingu søgurnar um Raleigh. Fólk høvdu hoyrt um ránsferðir hansara og folk byrjaðu at hata hann. Hetta hevði við sær at Drotning Elizabeth fór at ivast í dygdumnum hjá Raleigh, men kortini helt hon á at fíggja rannsóknarferðir hansara.

Men tá hann enn einaferð kom tómhentur heim til Onglands, var óviljin móti honum so stórur, at hann varð dømdur 20 ára fongsul fyri landasvik og tá hann hevði siti hesi árini skuldi hann avrættast. Raleigh hevði, hóast sín deyðadóm, tað sera gott í fonglsinum, har hann fekk tíðina at ganga við at skriva eina bók um upplivingar sínar í Suðuramerika – bókin bleiv sera væl móttikin. Hann hevði enntá tveir persónligar tænarar at ganga sær til handa. Hetta vísir bara, hvussu væl dámdur hann framvegis var í kongshúsinum.

Í 1616 gjørdist James 1. kongur. Hann gav Raleigh loyvi at fara til Latínamerika eina síðstu ferð, at prógva at El Dorado var til. Tó stóð deyðadómurin við. Raleigh fór eldhugaður avstað, men tað gekk ikki long tíð so byrjaði hann aftur at ræna sponsk skip. Tá ið kongurin, sum stríddist fyri friði og rættvísi, hoyrdi um hesar syndir, gjørdist hann í øðini, og Raleigh bleiv avrættaður beinanvegin hann setti fótin aftur á enska jørð í 1618.