Edward Fuglø

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Edward Fuglø varð føddur í Klaksvík 1965 og vaks upp har. Hann er útbúgvin á donskum listaskúla í 1991 og hevur arbeitt við pallseting í sjónleikarhúsum, sjónvarpi og filmum sum Bye Bye Bluebird1999), har hann umframt pallseting eisini gjørdi búnar. Edward, sum eisini hevur teknað til bøkur og frímerki, fekk í 1995 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs og í 2001 Norðurlendsku barnabókavirðislønina. Sama árið sniðgav hann ferðandi framsýningina Hunters of the North.

Edward er samstundis listamálari, sum leggur dent á súmbolskar myndir, ið reisa spurningar um lív og tilveru. Edward er virkin í bókahandlinum Leikalund, sum eisini er mentapallur í Klaksvík.

Í 2008 varð hann tilnevndur Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina Apollonia.

Í november 2013 læt Norðuratlantshúsið í Odense upp. Klaksvíkar kommuna læt eina listagávu til Norðuratlantshúsið, kommuna hevði heitt á Edward Fuglø um at prýða ein vegg í húsinum. Hann prýddi endaveggin í felagshølunum á fyrstu hædd, har ráðstevnir, fundir og onnur tiltøk koma at vera.[1]

Í november 2013 myndprýddi hann Kærleikskúluna.[2]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur sum Edvard hevur skrivað og myndprýtt[rætta | rætta wikitekst]

  • 2009 - Janus er ein stjørna. Bókadeildin gav út. 32 síður.
  • 2011 - Vampýrella. Bókadeildin gav út. 32 síður.
  • 2011 - Janus er ein stjørna. CD við bóklingi, Klassiskur tónleikur, sum Páll Sólstein hevur komponerað. Aldubáran framførir. Jensina Olsen fortelur søguna. Tutl gav út.[3]
  • 2012 - Poetikus. Bókadeildin gav út. 32 síður.
  • 2014 - Simmsalabimm. Bókadeildin gav út. 32 síður.

Bøkur sum Edvard hevur myndprýtt og/ella gjørt kápumyndina[rætta | rætta wikitekst]

  • 1995 - Mangt er millum himmal og jørð. Eftir Erling Poulsen & Torkil Beder. Edvard hevur gjørt kápumyndina í litum og myndprýtt inni í bókini í svørtum/hvítum. Bókadeildin. 168 síður.[4]
  • 1999 - Villini súrgdjór í Útnorðri eftir Dorete Bloch. Edvard hevur myndprýtt bókina, bæði kápumynd og innan. Nám. Mál: føroyskt. 216 síður.
  • 2007 - Kópakonan. Føroysk søgn skrivað niður av V.U. Hammershaimb, 1891. Edvard hevur myndprýtt bæði kápumynd og inni í bókini. Posta, Frímerkjadeildin. Mál: Føroyskt, danskt, enskt, týskt og franskt. Ensk versjón: Anker Eli Petersen. Týsk versjón: Birgit Ernstsdóttir Remmel. 26 síður.
  • 2008 - Hin heimurin 1 - Petur Jacob Sigvardsen. (Edvard hevur myndprýtt kápumyndina í litum og inni í bókini í svørtum/hvítum. Búgvin. Føroyskt mál. 250 síður.
  • 2009 - Hin heimurin 2 - Petur Jacob Sigvardsen. (Edvard hevur myndprýtt kápumyndina í litum og inni í bókini í svørtum/hvítum. Búgvin. Føroyskt mál. 254 síður.
  • 2009 - Revapassarin Og aðrar søgur - Agnar Artúvertin. (Edvard hevur myndprýtt kápumyndina). Gwendalyn. Føroyskt mál. 254 síður.
  • 2011 - Vogue Knitting - Knitopedia – The Ultimate A to Z For Knitters (Edvard eigur eina tekning). Sixth&Spring Books, New York. Enskt mál. 240 síður.
  • 2014 - Møde i mol eftir Lisbeth Nebelong, Hovedland gav út. Danskt mál. 216 síður.

Framsýningar[rætta | rætta wikitekst]

  • Birkerød (1985)
  • Smiðjan í Lítluvík (1990)
  • Norðurlandahúsið í Havn (1993)
  • Býráðshúsið í Klaksvík (1998)
  • Norðurlandahúsið í Havn (1999)
  • Norðurlandahúsið í Reykjavík (2000)
  • Listasavnið, Tórshavn (2000),
  • Steningeslott Kulturcenter (2001).

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Aktuelt.fo, Edward Fuglø lýsir norðurlendska sambandið". http://aktuelt.fo/grein/edward_fuglo_lysir_nordurlendska_sambandi. Heintað 2013-11-28. 
  2. Dugni.fo, Kærleikskúlan 2013 - eitt listarligt jólaprýði[deyð leinkja]
  3. edwardfuglo.com - Writer and Illustrator
  4. edwardfuglo.com - Illustrator
  5. "Bfl.fo". http://www.bfl.fo/Files/Filer/Bokadeildin/Rithovundar/2001edwardfugl-frerne.pdf. Heintað 2013-11-28. 
  6. "in.fo - Vit eru errin av tær, Edward! - Skrivað hevur Hilmar Jan Hansen, 1. januar 2015". http://www.in.fo/news-detail/news/vit-eru-errin-av-taer-edward/. Heintað 2015-01-01. 

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]