Deyðsorsøk

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ein deyðsorsøk ella deyðaatvold er tann atvoldin sum førir til at eitt menniskja doyr. Deyðin kann skyldast náttúrligar orsøkir sum t.d. sjúku av ymiskum slag, tað kann eitt nú vera krabbamein ella hjarta-/æðrasjúkur. Deyðin kann eisini skyldast eina vanlukku, morð ella sjálvmorð. Í londum har deyðarevsing er loyvd, kann deyðin eisini skyldast avrætting. Tá ein persónur doyr, eigur ein lækni at kanna líkið og staðfesta deyðsorsøkina. Um læknin ikki kann staðfesta deyðsorsøkina, ella um løgreglan hevur illgruna um ein ónáttúrligan deyða, so kann løgreglan krevja rættarlæknaliga líkskoðan og um, líkskoðanin heldur ikki kann staðfesta orsøkina til deyðan, kann ein líkskurður vera framdur. Í nógvum øðrum londum er tað rættiliga vanligt við líkskurði, eisini sjálvt um tað ikki er illgruni um ikki náttúrligan deyða, tá verður líkskurðurin gjørdur bert fyri at staðfesta júst hvør orsøkin var til deyðan. Í Føroyum er ikki nakar patologur í starvi, og tí má ein slíkur koma úr Danmark. Í flestu førum, tá líkskurður verður framdur í Føroyum, er tað tí at løgreglan ynskir tað, fyri betri at kunna staðfesta, hví ein persónur er deyður.

Deyðsorsøkir í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir deyðsorsøkir hjá føroyingum í Føroyum árini 1996 til 2010. Orsøkirnar eru bólkaðar í høvuðsbólkar, soleiðis at t.d. allar krabbameinssjúlkur eru taldar saman í ein bólk, øll sløg av hjartasjúkum í ein bólk osfr. Kelda til hagtølini er Heilsulýsing Landslæknans 2011-12, sum byggir á deyðsváttanir hjá føroyingum. Føroyingar sum høvdu bústað í Føroyum, men sum eru deyðir í øðrum londum, t.d. á sjúkrahúsum í Danmark, eru taldir við, meðan útlendingar, sum eru deyðir í Føroyum, men ikki høvdu bústað her, ikki eru taldir við. Landslæknin í Føroyum hevur savnað hagtølini.[1]

Deyðorsøkir 1996-2010 1996 1997 1998 1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010
Illkynjaðir svullir (krabbamein) 48 32 28 55 41 40 46 48 46 60 32 35 43 48 35
Ellisveikleiki og apopleksi v.m. 20 24 29 25 25 30 31 45 31 30 21 28 34 27 36
Hjartasjúkur 58 50 56 49 44 46 60 49 41 45 48 40 31 42 23
Sjúkur í andaleiðini 17 13 17 18 7 16 16 20 19 24 26 19 26 21 10
Sjúkur í sodningarlagnum 4 5 3 7 11 7 7 7 9 2 12 9 4 3 5
Vanlukkur v.m. 4 6 9 5 7 1 3 3 9 6 4 9 6 4 4

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Heimasíðan hjá Landslæknanum". http://landslaeknin.fo/Publikationer/Medicinalberetninger.aspx. Heintað 2013-06-25. 

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]