Hotel Skálavík

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Depilin í Skálavík)
Hotel Skálavík á sumri 2012 (Depilin í Skálavík)

Hotel Skálavík (fyrr Depilin í Skálavík) er ein frítíðar- og skeiðsdepil, sum liggur í bygdini Skálavík á Sandoynni. Hotellið hevur fleiri kømur, matstovu, fleiri fundarhøli, uttandura hitapottar, spælirúm við hoppiborgum og ymiskt annað. Depilin er ætlaður einum breiðum skara av fólki, eitt nú kann hann brúkast til starvsfólka- og skeiðsdagar, veitslur, legur, seturskúlar, møtir og gisting. Tey bjóða seg fram til virkir, stovnar, familjur, ferðafólk, kirkjur og samkomur.[1]

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Tað vóru hjúnini Eiler og Beinta Jacobsen, ið avgjørdu at geva heimbygdini eina serstaka gávu. Ein grunnur varð stovnaður til endamálið, og so varð farið í holt við at gera dreymin til veruleika. Eiler andaðist í 2010 og náddi tí ikki at síggja Depilin lata upp í mai 2011. Men kona hansara, Beinta, var við til hátíðarløtuna og helt røðu. Depilin byrjaði sítt virksemi í juni 2011. Depilin eitur eisini: Skeiðs- og frítíðardepilin Immanuel. Navnið Immanuel er uppkallað eftir sluppini Immanuel, sum pápi Eiler gekk burtur við í 1932, tá Eiler bert var tvey ára gamal. Ein minnisvarði er bygdur tætt við Depilin, við innkoyringina. Gøtan har Depilin er bygdur er uppkallað eftir Eiler Jacobsen, sála, gøtan eitur Eiler Jacobsens gøta.

Virkemi eydnaðist somikið væl tað fyrsta árið, at vøksturin frá summarinum 2011 til summarið 2012 var á 100% sambært heimasíðuni hjá Deplinum. Grunnurin sum eigur og rekur Depilin hevur tí gjørt av, at tey fara at byggja út soleiðis at 480 fermetrar koma afturat, harav umleið 60 fermetrar fara til nýtt vaski- og goymslurúm. Ein kamarslon verður bygd afturat, sum hevur 13 kømur 13, leiðaraíbúð og eina havastovu. Við útbyggingini verða tað tilsamans 26 kømur við møguleika hjá 100 fólkum at gista. Undirveitarar í byggiverkætlanini eru Finnleif Fagradal (útgrevstur og byggibúgving), Bulur (betong og timbur), Sp/f Kristian Nielsen v/ Atla Nielsen (el-arbeiðið), Rólant Hvitfeldt (kloakk og HVS) og Eivind Kolden (gólválegging, vátrúm og máliarbeiðið). Nýggja kamarslonin verður eftir ætlan tikin í nýtslu um hálvan mai 2013.[2]

Smyril Line yvirtekur raksturin[rætta | rætta wikitekst]

Í 2015 yvirtók Smyril Line raksturin av Deplinum í Skálavík, ið samstundis broytti navn til Hotel Skálavík. Tað gekk illa at fáa raksturin at bera seg, og tí heittu eigararnir av Deplinum á Smyril Line um at reka hann framyvir. Smyril Line yvirtók raksturin frá 23. mars 2015. Hotellið hevur 25 kømur umframt fundarhøli, matstovu, veitsluhøli, biograf og allar hentleikar til ráðstevnur. Eisini eru tvey stór høli, ið kunnu leggjast saman at rúma upp til 500 gestum.[3]

Tíðliga í september 2019 boðaði Smyril Line frá, at avgerðin er tikin um at lata hotellið aftur fyri almenninginum frá mánadegnum hin 9. desember í ár at rokna.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Depil.fo". http://www.depil.fo/. Heintað 2013-03-29. 
  2. Depil.fo Archived 2014-09-21 at the Wayback Machine Útbygging av Deplinum
  3. in.fo - Smyril Line letur hotell upp í Skálavík Archived 2015-08-21 at the Wayback Machine, skrivað hevur Áki Berthildsen, 2. mars 2015
  4. "Hotel Skálavík letur aftur". https://www.in.fo/news-detail/news/hotel-skalavik-letur-aftur/. Heintað 2019-09-03. 

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]