Demmus Hentze

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Demmus Hentze
er eitt menniskja
Fødd(ur) 4. des 1923 í/á Sandur
Andaðist 3. jan 2016 í/á Tórshavn
Alma mater Københavns Universitet
Starv politikari, advokatur, consul
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti

Demmus Hentze (føddur 4. desember 1923 á Sandi, deyður 3. januar 2016 í Tórshavn) var advokatur og politikari fyri Fólkaflokkin. Demmus Hentze varð løgfrøðingur (cand.jur.) frá Keypmannahavnar Universiteti í 1952. Hann varð advokatfulltrúi í 1953, landsrættarsakførari í 1958 og hevði egið advokatvirki, Advokatskrivstovan Hentze, 1981–2010. Demmus Hentze var brasilianskur konsul í Føroyum.[1]

Demmus Hentze var valdur á Løgting í Sandoyar valdømi 1966-1974 og 1978-1980 (undantikin tíðarskeið sum landsstýrismaður). Hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum 1975-1981. Hann gavst í politikki eftir skeiðið sum landsstýrismaður, sum endaði 5. januar í 1981.

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Demmus Hentze varð giftur við Helenu, fødd Debes. Tey áttu døturnar Turið Debes Hentze, sum er advokatur, Bergljót Debes Hentze, sum starvast í Kringvarpinum og Annu Debes Henze, sum er sálarfrøðingur.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Niclasen, Jørgen. "Minningarorð: Demmus Hentze, løgtings- og landstýrismaður, farin" (in føroyskt). Folkaflokkurin.fo. http://folkaflokkurin.fo/minningarord+demmus+hentze+logtings+og+landstyrismadur+farin.html. Heintað 26 January 2016. 
  2. in.fo - Demmus Hentze farin Archived 2016-01-31 at the Wayback Machine, skrivað hevur Eirikur Lindenskov 4. januar 2016.

Uttanhýsis slóðir[rætta | rætta wikitekst]