Decision3

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

P/F Decision3 er føroysk fyritøka heimahoyrandi í Tórshavn og við samstarvspørtum og nevndarlimum úr Danmark eisini. Decision3 var stovnað á várið 2006 av trimum føroyingum: Dánjal Jákup Jacobsen, Ólavur Simonsen og Jóan Petur Petersen, sum allir eru verkfrøðingar. Í 2008 var fyritøkan kosin Ársins átak av Vinnuhúsinum.[1] Í oktober 2010 valdi íbirtingarfelagið Birting hjá Bank Nordik at seta 2 milliónir í felagið, tað sama gjørdu Framtak og Royndin. Pengarnir skuldu brúkast til at marknaðarføra og menna orkusparandi skipanina GreenSteam, sum Decision3 hevur ment.[2]

Nevndin í Decision3[rætta | rætta wikitekst]

  • Árni Ellefsen, formaður (stjóri í NEMA)
  • Erik Østergaard, nevndarlimur (stjóri í Dansk Transport & Logistik)
  • Torben Ravn, nevndarlimur (fyrrverandi stjóri í Erria A/S)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Industri.fo, 26-09-2008 Decision3 er Ársins Átak 2008, Á Vinnudegnum, sum var hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, varð felagið Sp/f Decision3 heiðra sum Ársins Átak 2008". http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=3532&M=News&PID=3513&NewsID=84. Heintað 2011-10-19. 
  2. BankNordik.fo, Birting setur 2 milliónir í Decision3.[deyð leinkja]

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]