David Paterson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
David Paterson í 2008

David Alexander Paterson (føddur 20. mai 1954) er fyrrverandi guvernørur í New York. Hann er fyrsti afroamerikanski guvernørurin í New York, og eisini er han fyrsti blindi guvernørur í USA. Pateson var varamaður hjá Eliot Spitzer á valinum í 2006, har Spitzer fekk 70 prosent av atkvøðunum.

Sambært CNN gjørdist Paterson blindur longu tríggjar mánaðir gamal vegna bruna í eygunum. Hann sær eitt pinkalítið sindur við øðrum eyganum, men hetta er so mikið veikt, at hann er juridiskt blindur. Í samrøðu við CNN varð hann spurdur, um hann nakrantíð hevði verið saman við eini skøkju. Tá svaraði hann: "Nei, bara lobbyistum".

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]