Danish Music Awards 2009

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Danish Music Awards 2009 varð hildið í Glassalinum í Tivoli í Keypmannahavn leygardagin hin 28. februar 2009. Vertur var Anders Breinholt. Hetta var fyrsta ferðin síðan ár 2000, at tónleikatiltakið ikki varð víst beinleiðis á nakrari dankari sjónvarpsrás. Tveir føroyingar vunnu heiðurslønir á Danish Music Awards 2009, Teitur vann við fløgu síni The Singer, sum var kosin Ársins danska singer/songwriter útgáva. Lizzie (Ann Elisabeth Berg) vann eina heiðursløn í bólkinum Ársins danska hitt, tað vann hon við sanginum Ramt i natten.

Framførslur á Danish Music Award 2009[rætta | rætta wikitekst]

Hesi høvdu framførslur á Danish Music Award 2009:

  • Sys Bjerre – "Sandpapir" og "Pik"
  • Peter Sommer – "Til rotterne, til kragerne, til hundene" og "Chancetur"
  • Mike Sheridan – "Krisehjælp" (featuring Nicolaj Rasted), "Too Close" (featuring Mads Langer) og "Fact-Fiction" (featuring Mads Langer).
  • VETO – "Blackout" og "You Say Yes, I Say Yes"
  • Balstyrko – "Intet stopper helt" og "Jagten paa noget"
  • Love Shop – "Alle har en drøm at befri", "Love Goes On Forever" og "Kræmmersjæl"

Heiðurlønir vóru latnar í 22 bólkum[1] – av hesum vóru átta ymiskar tónleikasløg frá barnaútgávum til electronica. Danish Music Awards 2009 umfatar í alt 89 tilnevningar býttar ímillum 52 ymisk tónleikanøvn. Meira enn 46 prosent av teimum tilnevndu tónleikanøvnunum vóru kvinnur ella hava kvinnur sum frontfigurar. Ein fjórðingur av teimum tilnevndu vóru nýggj nøvn.

Bólkur (kategori) Vinnari
Ársins Danska Útgáva L.O.C. - Melankolia/XxxCouture
Ársins Danski Tónleikabólkur VETO
Ársins Danska Songkvinna Aura
Ársins Danski Mannligi Sangari Peter Sommer
Ársins Nýggja Danska Navn Choir of Young Believers
Ársins Danska Hitt Lizzie - "Ramt i natten"
Ársins Danska Rock Útgáva Peter Sommer - Til rotterne, til kragerne, til hundene
Ársins Danska Pop Útgáva Aura - Columbine
Ársins Danska Electronica Útgáva Mike Sheridan - I syv sind
Ársins Danska Hip-Hop Útgáva L.O.C. - Melankolia/XxxCouture
Ársins Danska Hard Rock Útgáva A Kid Hereafter in the Grinding Light - A Kid Hereafter in the Grinding Light
Ársins Danska Singer/Songwriter Útgáva Teitur - The Singer
Ársins Danska Voxpop Útgáva Anne Linnet - Anne Linnet
Ársins Danska Barnaútgáva Kaya Brüel - Med Dannebrog på næsen
Ársins Danski Sangskrivari Peter Sommer
Ársins Danski Prodjúsari Rune Rask & Jonas Vestergaard for L.O.C. - Melankolia/XxxCouture
Ársins Danska Tónleikavideo Thomas J. Mikkelsen & Dennis Holck Petersen for UFO Yepha - "Næh Næh"
Ársins Danska Artwork Martin Furze for Natasja - Shooting Star
Ársins Útlendska Útgáva Kings of Leon - Only by the Night
Ársins Nýggja Útlendska Navnið MGMT - Oracular Spectacular
Ársins Útlendska Hitt Duffy - "Mercy"
IFPIs Heiðursløn Love Shop

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Siegel.dk". http://www.siegel.dk/dma09/pdf/DMA09_NOMINEREDE.pdf. Heintað 2012-12-29.