Dagur B. Eggertsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Dagur B. Eggertson)
Dagur B. Eggertsson

Dagur Bergþóruson Eggertsson (f. 19. juni 1972) er íslendskur politikari. Hann er núverandi borgarstjóri í Reykjavík og tók við starvinum eftir Jóni Gnarr tann 16. juni 2014.

Dagur er føddur í Oslo í Noregi, men er vaks upp í Reykjavík. Hann er sonur Eggert Gunnarsson, djóralækna, og Bergþóru Jónsdóttur, lívfrøðing. Kona Dags er Arna Dögg Einarsdóttir, lækni á Landspítalinn-Háskólasjúkrahús í Reykjavík. Tey eiga 4 børn, Ragnheiður Hulda f. í mai 2004, Steinar Gauti f. í september 2005, Eggert f. august 2009, og Móeiður f. mars 2011.

Dagur er útbúgvin lækni frá Háskóla Íslands í 1999, og hevur master grad í mannarættindum og altjóðalógum frá universitetinum við Lund í Svøríki árið 2005.