Dánjal á Neystabø

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Dánjal Dam á Neystabø (føddur 1979) er ein føroyskur tónleikari, sangari, tónasmiður og sjónleikari. Hann er eitt nú kendur sum ein av tónleikarunum í norðurlendska tónleikabólkinum Dánjal og í Føroyum er hann serliga kendur fyri Ævintýraferðirnar, sum hann hevur framført fyri børnum saman við Búa Dam í fleiri ár, teir hava eisini útgivið fleiri fløgur í sambandi við Ævintýraferðirnar. Teir hava framført fleiri skemtiligar sangir sum t.d. Grækaris Grashøvd[1] og Snedigt, sum hava verið nógv spældir í Føroyum. Dánjal er fyrrverandi limur í føroyska tónleikabólkinum Tangz, sum gjørdist nummar trý til Prix Føroyar í 2001. Dánjal er sonur Helenu Dam á Neystabø, fyrrverandi mentamálaráðharra.[2]

Tónleikabólkurin Dánjal[rætta | rætta wikitekst]

Í juni 2012 gav orkestur hansara Dánjal út fløguna The Bubble, ið fekk fimm tilnevningar á Danish Music Awards Folk, sum varð hildið í november 2012.[3][4] Bólkurin fekk eisini eina tilnevning á Danish Music Awards World 2012.[5] Í 2013 hevur bólkurin Dánjal ferðast runt og spælt á festivalum í Noregi, Svøríki, Kekkia og í Danmark. Tey í Bólkinum Dánjal fara eisini at framføra á G! í 2013.[6] Tey sum manna oekestrið Dánjal eru úr Føroyum, Damnark, Svøríki og Finnlandi, tey eru: Dánjal á Neystabø, Kim Nyberg, Annika Jessen, Sidse Holte, Stephan Sieben, Erik Olevik og Ulrik Brohuus.[7] Eftir ætlan kemur út ein nýggj fløga í oktober 2013. Tey hava útgivið staklag av komandi fløguni, sum verður nevnt Raindrops.[8]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Við tónleikabólkinum Dánjal[rætta | rætta wikitekst]

  • 2009 - The Palace, TUTL & Peregrina Music
  • 2012 - The Bubble, Tutl[9] & Peregrina Music

Ævintýraferðin - saman við Búa Dam[rætta | rætta wikitekst]

  • 2005 - Hvat er hattar? - Ævintýraferðin 2005[10]
  • 2006 - Alt ber til - Ævintýraferðin 2006
  • 2007 - Ævintýraferðin 2007 - Finnur uppá
  • 2010 - Buldrist til tit brotna, klemmist til tit koppa
  • 2011 - Ævintýraferðin 2011

Ævintýraferðin á uppsamlingsfløgum[rætta | rætta wikitekst]

  • 2010 - Popp List 9
  • 2012 - Tað mesta av tí besta

Við tónleikabólkinum Tangz[rætta | rætta wikitekst]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Saman við Búa Dam - Ævintýraferðin[rætta | rætta wikitekst]

Við tónleikabólkinum Dánjal[rætta | rætta wikitekst]

  • 2012 - Tilnevndur Danish Music Awards Folk í bólkinum Besta fløga, The Bubble
  • 2012 - Tilnevndur Danish Music Awards Folk í bólkinum Besta lag, "Bring Me Along"
  • 2012 - Tilnevndur Danish Music Awards Folk í bólkinum Besti sangskrivari
  • 2012 - Tilnevndur Danish Music Awards Folk í bólkinum Ársins talent
  • 2012 - Tilnevndur Danish Music Awards Folk í bólkinum Besta live framførsla
  • 2012 - Tilnevndur Danish Music Awards World í bólkinum Besta live framførsla[11]

Við bólkinum Tangz[rætta | rætta wikitekst]

  • 2001 - Nummar trý á Prix Føroyar

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Grækaris Grashøvd á Youtube
  2. "Danjal.net". http://danjal.net/. Heintað 2013-07-07. 
  3. "Gaffa.dk, DMA Folk afslører nomineringer". http://gaffa.dk/nyhed/66293. Heintað 2013-07-07. 
  4. "Planet.fo, Dánjal á Neystabø og Stanley Samuelsen eru nomineraðir til Danish Music Awards". http://planet.fo/grein/danjal_neystabo_og_stanley_samuelsen_uppstiladir_til_danish_music_awards_fo. Heintað 2013-07-07. 
  5. Music.fo, Dánjal (FO) on Tour In Sweden and Norway[deyð leinkja]
  6. "Planet.fo, Nýtt staklag frá Dánjali". http://planet.fo/grein/nytt_staklag_fra_dnjali. Heintað 2013-07-07. 
  7. "Gaffa.dk, Anmeldelse, Dánjal The Bubble, Fremragende og originalt opus". http://gaffa.dk/anmeldelse/61672. Heintað 2013-07-07. 
  8. Raindrops á Youtube
  9. "Gaffa.dk". http://gaffa.dk/anmeldelse/61672. Heintað 2013-07-07. 
  10. Rateyourmusic.com
  11. Music.fo[deyð leinkja]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]