Clæmint Høgnesen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Clæmint Høgnesen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1828
Dátuheiti

Clæmint Høgnesen (1828-1916) var bóndasonur úr Stórustovu í Oyndarfirði og kom á ungum aldri í kongliga handilin úti í Klaksvík og var har í 10 ár. Tá handilin verður seldur í 1856, flytur hann aftur til Oyndarfjarðar og verður bóndi í Stórustovu í 1858. Stutt eftir at Jørgen Bech hevði keypt handilin í Klaksvík, loysir Clæmint handilsloyvi í heimbygd síni og fer at handla fyri Jørgen Bech. Høgnesen var ein av slóbrótarunum fyri skipsfiskiskapi í Føroyum.

Clæmint Høgnesen byrjaði at handla í Oyndarfirði í 1856; eftir stuttari tíð eydnaðist tað honum at byggja upp eitt stórt handilsvirki við úthandlum í Fuglafirði, Elduvík og Gjógv, men við Oyndarfirði sum miðdepli og høvuðsbygd á hesum leiðum fram til aldarskiftið 1900.