Christopher Hitchens

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Christopher Eric Hitchens (føddur 13. apríl 1949; d. 15. desember 2011) var ein enskur-amerikanskur rithøvundi og tíðindamaður. Hansara bøkur, stuttsøgur og journalistiska yrkisleið fevnur um meira enn fýra áratíggju. Hann hevur skrivað klummur og bókmentakritik hjá The Atlantic, Vanity Fair, Slate, World Affairs, The Nation, Free Inquiry, og bleiv korðin media fellow av Hoover stovninum í September 2008. Hann er ofta í ymiskum sjónvarpsendinum og tilstaðar í ymiskum litterrum samkomum og varð í 2008 valdur at verða heimsins fimt mest top almenni intelektuelli persónur í einari Prospect/Foreign Policy atkvøðugreiðslu.

Kendur fyri sína hávirðing av George Orwell, Thomas Paine, og Thomas Jefferson, og fyri sera harða kritikk av millum onnur, Móður Teresu, Bill og Hillary Clinton, og Henry Kissinger, hansara konfronterandi kjakstílur hevur gjørt hann til bæði vældámdan og kontroversiellan figur. Sum politiskur eygleiðari, polemikari og politiskur radikalur persónur, bleiv hann kendur sum eitt fast punkt á útgávum á vinstra vonginum í hansara heimlandi England og í USA. Hann fór vekk frá tí etableraða politiska vinstra vonginum í 1989 aftaná tað hann kallaði tí "lunkaðu reaktiónina" hjá Evropeiska vinstra aftaná at Ayatollah Khomeini sendi eina fatwā, ið heitti á at Salman Rushdie skuldi verða dripin. Álopið tann 11. September 2001 strykti hansara fatan og meiningar um ein iterventionalistiskan uttanríkispolitik og hansara kritikk av tí hann kallaði "fasisma við einum Islamiskum andlitið."

Í Mai 2009, vísti Hitchens áhuga í at God is Not Great varð gjørdur til ein dokumentarsending, ið skuldi verða "harðari og stuttligari" enn filmurin Religulous frá 2008 frá Bill Maher.

Bókaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Bibliography of Christopher Hitchens


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið