Charlotte's Web (1973 filmur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Charlotte's Web (danskt heiti: Charlottes tryllespind) er ein amerikanskur teknifilmur frá 1973, framleiddur av Hanna-Barbera Productions og Sagittarius Productions. Filmurin byggir á barnabókina við sama heiti, sum E. B. White hevur skrivað í 1952. Eins og bókin, snýr teknifilmurin seg um grísin Wilbur (í donsku versjónini: George), sum verður bjargaður frá at verða slaktaður. Tað var tann klóki eiturkoppurin, Charlotte (í donsku versjónini: Tina), ið bjargaði honum. Í 2003 kom ein beinleiðis-til-video framhaldsfilmur, Charlotte's Web 2: Wilbur's Great Adventure (danskt heiti: Willys Store Eventyr - Grisen, der fik lov at leve 2).