Brynhildar táttur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kappakvæði, ið við sínum 118 kvæðum eru størsti kvæðabólkur, vit eiga, eru eyðkend við at snúgva seg um fysiska styrki, risar, gand og hetjur ella kappar. Millum kendastu kappakvæðini teljast Sjúrðarkvæðini, ið hava 4 tættir, ávíkavist Regin Smið, Brynhildar tátt, Høgna tátt og 2. Høgna tátt.

Brynhildar táttur er ein táttur um kærleika og hevnd. Tátturin er í einum varianti 232 ørindi til longdar, men er hetta ymiskt millum variantarnar. Ørindisbygnaðurin er hin vanligi í føroyskum kvæðum við 4 ørindisreglum, ið bera uppá rím í 2. og 4. reglu. Niðurlagið er episkt og hevur við innihaldið í kvæðnum at gera. Niðurlagið er tað sama í øllum Sjúrðarkvæðunum:

Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.'

Brynhild er dóttir Buðla kong, og tann, ið Sjúrður hevur kosið sær sum konu. Sjúrður Sigmundarson er sonur Sigmund og Hjørdis drotning. Hann verður í kvæðinum lýstur sum ein vakur, djarvur og ríkur maður. Guðrun Gjúkadóttir er dóttir Grimhild drotning, kúgað av móður síni, ið ræður øllum tí, sum Guðrun ger. Guðrun dugir eisini gand. Hon bryggjar ein drykk til Sjúrð, sum ger at hann gloymir alt um Brynhild.
Brynhild, dóttir Buðla kong, vil ikki hava nakran annan biðil enn Sjúrð, sum hon hevur bíðað eftir í níggju vetrar, men sum hon sjálv ongantíð hevur sæð. Nógvir biðlar eru um boðið, men hon vil ikki hava nakran av teimum. Eftir ynski frá Brynhild, letur kongur borg byggja við eldi runt um. Hetta frættir Sjúrður frá tveimum fuglum, og fer beinleiðis til Hildarfjall, har Brynhild bíðar eftir honum. Mangir biðlar royna at sleppa inn í borgina, men koma ikki ígjøgnum eldin. Sjúrður er so djarvur, at hann ríður gjøgnum eldin á hesti sínum, Grana, hann brennir seg eitt sindur, men kemur ígjøgnum eldin og inn í borgina. Sjúrður finnur Brynhild í songini og tekur brynjuna av henni, og síðan fara tey saman í ástarleik, og har verður Ásla Sjúrðardóttir gitin.

Sjúrður verður hjá Brynhild í sjey mánaðar, og fer síðani til kongin at biðja um Brynhildar hond. Áðrenn hann fer, ávarar Brynhild hann um Guðruna, dóttir Gjúka kong. Á veg heim aftur, ávarar Buðli Sjúrð fyri aðru ferð, men Sjúrður heldur fram við ferð sínari. Sjúrður møtir einum beisti á vegnum, sum fær hann at steðga ferðina og venda við ímóti Gjúkagørðum. Sjúrður verður villleiddur av Grimhild, konu Gjúka kong og Guðruni dóttir Grimhild og Gjúka, ið gera honum ein drykk, ið fær hann at gloyma alt um Brynhild. Guðrun vinnur Sjúrð, og hetta fær øði í Brynhild. Guðrun sigur at Brynhild hevur oyðilagt umdømið hjá pápa sínum, tí hon hevur spilt sín moydóm. Hetta fær Brynhild at krevja hevnd. Sjúrður og Brynhild møtast, og hann biður um fyrigeving, men Brynhild vil ikki fyrigeva honum. Brynhild føðir Áslu Sjúrðadóttir, men hon vil ikki síggja hana, og biður onkran bera barnið út í ánna. Ikki verður sagt meir um Áslu í hesum kvæði, men hon livir víðari í einum øðrum kvæði. Brynhild biður Gunnar og Høgna Gjúkason, brøður Guðruna, taka Sjúrða við sær út í skógin og taka lívið av honum við at geva honum salt kjøt og einki at drekka. Sjúrður verður tystur og legst í áarbakkan at drekka, og tá er tað at Høgni og Gunnar leypa á hann. Høgni stakk og Gunnar høgdi við hvøssum slíðraknívi. Tá teir hava dripið Sjúrð, bera teir líkið fyrst til Brynhild, men hon sigur við teir, at teir skulu bera líkið til Guðruna. Hon syrgir deyða Sjúrða og lovar at hon skal hevna hann. Brynhild doyr av sorg, hóast hon hevur givið boðini um at drepa Sjúrð.

Sjúrðarkvæðini eru staðsett fremst í Føroya kvæði, og verða av summum mett at vera byrjanin til kvæðainnsavningina í Føroyum. Tá H. C. Lyngbye innsavnaði kvæði í Føroyum og sendi tey til P. E. Müller, professara í Keypmannahavn, vóru tað Sjúrðarkvæðini, ið vaktu hansara áhuga, og hann heitti tá á fleiri kvæðainnsavnarar í Føroyum at fara undir at innsavna kvæði og senda uppskrivingarnar til Keypmannahavnar.