Brisbane

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Brisbane er høvuðsstaður í Queenslandi.

Brisbane er býur í Avstralia og hevur 2 004 262 íbúgvar (2009). Brisbane er størsti býur og høvuðsstaður í Queenslandi. Hann er havnabýur við munnan á Brisbaneá. Brisbane er góður havnarbýur og stórur ídnaðarbýur. Í so máta líkist Brisbane høvuðsstaðnum í hinum londunum, sum allir eru tætt við áir og við sjógvin. Sum hinir høvuðsstaðirnir er Brisbane miðdepilin fyri handlinum í landinum, hann er høvuðsstaður í. Handilsøkið er tætt við havnina. Tað eru serliga ídnaðarvørurnar kjøt, sukur, ull og frukt, sum verða edlaðar og avskipaðar her, og eisini metal og viður. Brisbane hevur javnliga lýtt veðurlag, miðalhitin á vetri er 17 hitastig og á sumri 25 hitastig [1]; eingin dagur í Brisbane er kaldari enn ein góður summardagur í Føroyum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://new2brisbane.com.au/Living_in_Brisbane/Weather/Brisbane_Weather.html