Brendan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Saint brendan german manuscript.jpg

Sankta Brendan (* umleið 489, † umleið 580)

So tíðliga sum í 6.-7. øld sigldu frómir írskir menn í skinnbátum, curragh, víða um høvini við bretsku oyggjarnar, og komu langt til havs til fjarlagdar oyggjar. Endamálið var millum annað støð, har teir í friði og einsemi kundu liva fyri sína kristnu trúgv. Tiltikin er Sankta Brandan, ið ferðaðist í samfull níggju ár um høvini og kanska kom so langt sum til Amerika.

Brandanus, ábáti og játtari, varð borin í heim í Írlandi umleið 489, doyði umleið 580 í kleystrinum Clonfert, eitt av mongum kleystrum, ið hann skuldi hava grundað. Í halgisøgu frá 900- ella 1000 árunum, Navigato Sancti Brendani, sum finst í mongum handritum, verður greitt frá hesi ferð:

Mangastaðni møttu teir kristnum einabúgvum og nutu blíðskap, m.a. á grannaoyggjunum Seyðaoynni og Fuglaparadísinum. Nærindis teimum var ein grýtut berlig oyggj, har drógu teir bátin upp og kyndu bál at kóka kjøt, teir høvdu fingið frá einum manni á Seyðaoynni. Men tá ið potturin kókaði, fór oyggin at skelva og røra seg, og munkarnir máttu draga bátin sum skjótast og sleppa sær burtur haðani.
Hetta var ikki ein oyggj, men ein stórhvalur og teir sóu hann svimja avstað við bálinum á baki. Ferðin vestureftir gekst ikki væl, fleir mánaðir rókust teir á havinum, lendu á mongum løgnum oyggjum og endaðu aftur á Seyðaoynni. Men teir løgdu aftur til brots, sigldu í 40 dagar og komu umsíður gjøgnum tjúkkan mjørka til tað stóra landið, har frukttrø vuksu víða hvar.

Søgumenn hava sum vera mann verið ójavnir á máli um, hvussu hendan halgisøga skuldi tulkast. Summir vilja vera við, at Brandan kom bæði til Føroya og Íslands, kanska eisini til Grønlands og Amerika, teir flestu munnu ivast í, um nakað grundarlag er fyri slíkari giting - bretsku oyggjarnar eru mangar.

Írski søgugranskarin og sjómaðurin Tim Severin, var millum teirra, ið helt, at søgan um Brandan var meira enn vanlig hugfloygd miðaldarlig søga, full av undurverkum og ótrúligum tilburðum. Har mundi vera ein kjarni av sannleika, ið gjørdi tað sannlíkt, at írar høvdu verið í Amerika 1000 ár undan Kolumbus og 400 ár undan Leivi Hepna.

Til tess at prógva, at ein slík ferð yvir Atlantshav veruliga kundi gerast við opnum skinnbáti, helt hann í 1976 av stað saman við fýra monnum á einum fari, ið var smíðað nágreiniliga sum tey høvdu verið gjørd fyri 1500 árum síðan. Á leiðini løgdu teir inn í Føroyum, har Severin helt, at Seyðaoyggin og Fuglaparadísið mundu vera. Ein av manningini var føroyingur, Tróndur Patursson, listamaður úr Kirkjubø.

Um veturin varð steðgað í Íslandi, og várið eftir varð hildið fram vestureftir. Hetta var tann hættisligasti parturin av túrinum, teir komu í illveður og ís. Men eftir at hava verið 50 samdøgur á sjónum og siglt ein tein uppá 3.500 fjórðingar um Atlantshav, nomu teir land í Nýfundlandi.

Kelda[rætta | rætta wikitekst]