Brandur Enni
| Brandur Enni | |
|---|---|
|
Brandur Enni í 2009
|
|
| Føddur | 15. apríl 1989 Tvøroyri |
| Yrki | Sangari, sangskrivari, tónleikari |
Brandur Helgason Enni er føddur á Tvøroyri 15. apríl 1989. Hann gjørdist av fyrstan tíð kendur sum partur av væl umtóktu barnafløgunum við Kulum Rótum. 12 ára gamal útgáv hann í 2002 sína debutfløgu, "Waiting in the Moonlight", ið seldi fleiri enn 5.000 eintøk. Síðan 2005 hevur Brandur javnan vitjað í Svøríki, har hann hevur arbeitt saman við lagsmiðunum hjá tónlistaforlagið Air Chrysalis Scandinavia. Samstarvið við Air Chrysalis endaði við, at Brandur varð upptikin á tónleikaskúlan Musikmakarna í Örnsköldsvik í Svøríki. Seinnu árini hevur Brandur lagt seg alt meira eftir at skriva egnar sangir og framføra teir á konsertum og festivalum. Hann hevur havt framførslur á eitt nú Summar Festivalinum, [1] á G! Festivalinum,[2], á Jóansøkufestivalinum.[3], á Ó-Festivalinum. Tróndur Enni sum eisini er tónleikari og sangari er beiggi Brandur. Teir framføra ofta saman á konsertum í Føroyum. Ein av teimum royndu føroysku poppkomponistunum hevur kallað Brand tann mest lovandi unga popptónasmiðjin í føroyskum tónleiki.
Innihaldsyvirlit |
Egnar fløguútgávur [rætta]
- The Illusion Of, single, 2011
- Sometimes truth needs a lie, single, 2009
- Lifelong Lovesong, single, 2008
- Lullaby, single, 2008
- Brandur, album, 2003
- Brandur, single, 2003
- Still Friends, single, 2003
- Perfect Summer, single, 2002
- The Way I am, documentary, 2002
- Waiting in the Moonlight, debut fløva, 2002
Útgávur við fleiri sangarum [rætta]
- Christmas Album, fleiri sangarar, 2007
- Dýrd, fleiri sangarar, 2005
- Kular Røtur, barnafløga, 2000
- Mánadags Mortan, børn syngja, 1999 [4][5]
High School Musical 3 sangurin "Right here right now" [rætta]
Í 2008 sang Brandur duett við Molly Sandén sangin úr Disney filminum High School Musical 3, sum varð umsettur til svenskt.[6] Tey bæði sungu sangin á svenskum, svenska heitið er "Just här, just nu".[1]
Svenska sangkappingin Melodifestivalen 2008 [rætta]
Í 2008 sang Brandur Enni sangin Lullaby í innleiðandi sangkappingini "Melodifestivalen" í Svøríki. Vinnarin kom víðari til "Eurovision Song Contest". Brandur gjørdist nummar 5 og kom ikki víðari til finaluna sum var í Beograd í Serbia. Tað gjørdist Charlotte Perrelli, sum kom at umboða Svøríki til Eurovision sang kappingina. [7]
Planet Awards 2009 - Besti sangari [rætta]
Á hvørjum ári beint áðrenn nýggjár, letur Miðlahúsið (Sosialurin, Portalurin og Rás 2) virðislønir fyri at heiðra føroyskum tónleiki og føroyskum tónleikarum. Tær sonevndu Planet Awards verða latnar til hesar kategoriir:
- Besti føroyski bólkur ella einstaklingur
- Besta útgáva
- Besta songkvinna
- Besti sangari
- Besti nýggi bólkur
- Besta lagið
Harumframt verður latið "Planet Herðaklapp".
Brandur Enni vann Planet virðisløn í bólkinum "Besti Sangari" í Planet Awards 2009. Í alt 6 virðislønir vóru latnar umframt eitt herðaklapp. [8] Brandur var eisini tilnevndur sum "Besti sangari" til Planet Awards 2010, tó uttan at vinna.[9]
Keldur [rætta]
- ↑ Summarfestivalur.fo
- ↑ Gfestival.fo
- ↑ Portal.fo
- ↑ Rateyourmusic.com
- ↑ Brandur.com
- ↑ Wikipedia grein um Molly Sanden
- ↑ Melodifestival á svensku Wikipedia
- ↑ Planet.portal.fo
- ↑ Planet.portal.fo, Planet Awards: Tey tilnevndu eru..
- Grein frá portal.fo "Brandur millum tey bestu í Svøríki"
- "Musikmakarna" - Tónleikaraskúli í Svøríki
- Student Radio Chart
- Air Chrysalis Scandinavia
- Planet Awards 2009
Slóðir úteftir [rætta]
- Brandur Enni Official Website
- Brandur Enni á MySpace
- "Musikmakarna" - Tónleikaraskúli í Svøríki
- Suðuroyar Kunningarstova - Um Jóansøkufestivalin
- last.fm
- Artist direct um Brandur Enni
- Hvonn Live: Samrøða við Brand Enni, portal.fo