Brúsandi vín

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Brúsandi vín.

Brúsandi vín (ella mousserandi vín) er brúsandi við bløðrum av kolsýru. Kolsýran kann koma náttúrliga í framleiðsluni, men hon kann eisini verða latin í seinni, eins og við sodavatni. Mest kenda mousserandi vínið er Champagne, sum er úr økinum við sama navni í Fraklandi. Aðrastaðni í Fraklandi eitur hetta vín "Crémant", í Italia "Spumante", í Týsklandi "Sekt" ella "Schaumwein", í Spania "Cava". Í m.a. USA, Suðurafrika og Avstralia verða tey nevnd "Sparkling wine". Tað var uppfunnið av munkinum Dom Perignon í 1800-talinum. Brúsandi vín eru vanliga hvít, men kunnu eisini vera rosélitt. Smakkurin er oftast turrur, men kann eisini vera hálvturrur ella søtur. Brúsandi vín verða framleidd í flest øllum vínframleiðandi londum.