Brúgvin um Streymin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Brúgvin um Streymin

Brúgvin um Streymin er einasta brúgv millum oyggjar í Føroyum. Brúgvin um Streymin er tvørtur um Sundalagið millum Eysturoynna og Streymoynna, har tað er smalast - millum bygdirnar Oyrarbakka og Norðskála á Eysturoynni. Brúgvin, sum er 220 metrar long, var tikin í nýtslu í 1973[1]. Tað var byggifelagið E. Pihl & Søn, ið stóð fyri arbeiðinum. Hæddin undir brúnni er 17 metrar í siglingarrennuni, og har er ? m. Saman við Norðskálatunlinum, sum varð tikin í brúk 3 ár seinni, er hon partur av meginferðsluæðrini í Føroyum.

Keldur [rætta]

  1. www.landsverk.fo: "Brýr og byrgingar í Føroyum"

Slóðir [rætta]