Botulisma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ein persónur sum fær botulism hevur ymisk sjúkueyðkenni, eitt av teimum er at eygnamusklarnir lammast.

Botulisma (Latín: botulus, "pylsa") er ein sera sjáldsom men vandamikil sjúka, sum er elvd av sera eiturevninum botulinumtoksin, sum verður framleitt av sjáldsomu og vandamiklu bakteriuni Clostridium botulinum, sum finst eitt nú í jørðini og hagani kann koma í samband við matvørur ella opin sár. Dømir hava verið um pinkubørn, sum hava fingið bakteriuna frá hunangi. Tað var vanligt fyrr at geva pinkubørnum okkurt at drekka við hunangi í, um tey t.d. høvdu krím. Men heilsumyndugleikar fráráða at geva børnum undir 1 ár hunang, tí tað kann føra til at børnini fáa botulismu.

Sjúkueyðkenni[rætta | rætta wikitekst]

Sjúkan kann føra til lammilsir, nøkur av sjúkueyðkennunum eru: lammilsir av andlitsmusklum. Eygnalokini koma at hanga, andlitið gerst missir evnini til at vísa kenslur. Lammilsini kunnu síðan fara víðari til varranar, og viðkomandi fær ringt við at tosa. Síðan fer lammilsi niður eftir til fyrst yvirarmarnar og síðan restina av ørmunum. Í ringasta føri kunnu andingarmusklarnir lammast, og persónurin fær ilt við at anda og kann kvælast. Lammilsi kann eisini fara niður til beinini, og byrjar við lørunum og fer síðan longur niður og heilt niður til føturnar.[1] Persónurin kann eisini fáa vaml og kann spýggja. Sjúkueyðkenni kunnu koma 6-36 tímar eftir at tann eitraði maturin er etin. Sjúkueyðkennini kunnu vera hesi:

  • lamningur av eygnavøddum við dupultsjón ella ringari sjón og hangandi eygnalokum
  • eygu og muður gerast turr
  • spýggja kann vera, serliga tá talan er um slag E
  • ilt við at tosa og svølgja
  • lamningar av vøddum, andadráttur gerst tungur og ein orkar ikki at standa
  • vanliga er ongin fepur[2]

Smittukeldur[rætta | rætta wikitekst]

Botulisma er ikki ein smittandi sjúka, hon smittar ikki frá einum persóni til ein annan, hon smittar ikki gjøgnum luftina. Henda bakteria kann koma í ymiskar matvøru, eitt nú skerpikjøt, um reinføri ikki er í lagið, tá ið seyðurin verður flettur, ella í pylsur, grønmeti og annað. Eisini kann bakterian koma frá t.d. mold í eitt opið sár, og kann síðan mennast í sárinum. Bakterian krevur tó heilt serligar umstøður fyri at nørast. Hon krevur eitt umhvørvi uttan ilt og við einum ávísum hita, t.d. stovuhita ella heitari. Bakterian kann føra til at fólk ið eta mat, ið er eitraður við clostridium botulinum bakteriuni, fáa botulismu, sum kann vera deyðiligt.

Botulisma í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Í Føroyum eru nøkur fólk deyð av botulismu, men tað ganga nógv ár ímillum at tað hendur. Í 2007 vóru tveir botulismu sjúkutilburðir, men tey fólkini gjørdust frísk aftur. Orsøkin til at fólkini gjørdist sjúk, var tann at tey høvdu etið skerpikjøt av seyði, sum var flettur á ikki løggildum stað, og sum ikki var hondur út í hjallin at hanga beinanvegin.[3] Í Føroyum er skerpikjøt vanligasta smittukeldan. Dálkingin við bakteriuni kann koma á kjøtið undir fletting, um ikki verður ansað nóg væl eftir.

Reinføri og ymisk fyrivarni fyri at sleppa undan sjúkuni[rætta | rætta wikitekst]

Bakterian finst í jørðini, og kann vera komin á ullina hjá seyðinum. Tí er umráðandi at ullin er turr og ikki skitin, tá flett verður, og at amboð, sum hava verið í samband við ullina, ikki verða nýtt undir flettingini, ella verða gjørd rein áðrenn. Smittan kann eisini koma frá skarninum frá seyðinum, skarnið má ikki koma í samband við kjøtið. Fólk mugu vaska sær væl um hendurnar, um tey ætla sær at nerta við kjøtið á seyðinum, og tey mugu vaska sær serliga væl, um tey hava nert við ullina ella hava fingið skarn á hendurnar. Ráðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Landslæknanum eru m.a. at man skal hava reinføri í ordan undir slakti og harumframt at man ikki má lata kjøt liggja í afturlætnum posa ella ílati, har ongin ilt sleppur til. Í november 2008 sendi Heilsufrøðiliga Starvsstovan út eina stutta vegleiðing, sum eitur: Reinføri í samband við fletting. Tað eru Elspa Petersen og Ingibjørg Egholm, ið hava skrivað vegleiðingina.[4] Í leiðbeiningini verður m.a. sagt, at gott reinføri undir slátrinum, skjót køling av krovinum, góður støðugur luftstreymur og gott pláss í hjallinum minkar munandi um vandan fyri botulismueitran. Í 2007 sendu Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Landslæknin út tíðindaskriv, har vegleitt var um hvussu best slepts undan smittuvanda av Clostridium botulinum bakteriuni. M.a. vóru hesi fimm puntkini nevnd:

  1. Vísið stóran ans fyri reinførinum undir fletting. Tað er av serstakliga stórum týdningi, at kjøtið ikki verður dálkað av skarni.
  2. Útgerð og klæðir, ið hava verið nýtt til fiskaarbeiði, mugu ikki nýtast, tá flett verður.
  3. Krovið eigur at verða hongt í hjallin sum skjótast, so tað kólnar, og luft sleppur at tí.
  4. Kjøt eigur ikki at verða hongt upp at turka, um tað er heitt, vátt og stilt í veðrinum.
  5. Turt kjøt skal goymast kalt.

Hvussu bakterian nørist[rætta | rætta wikitekst]

Í Danmark og øðrum londum verður botulisma millum manna eisini nevnt pylsueitran (pølseforgiftning), hetta tí at tann mest vanliga smittukeldan í Danmark er pylsur. Tað er tó sera sjáldan, at fólk í Danmark doyggja av botulismu. Bakterian kann dálka ymiskar matvørur, ikki bara kjøt, men eisini grønmeti. Bakterian framleiðir eiturevni, tá ið tær "røttu" umstøðurnar eru, bakteriurnar trívast best tá ið ongin ilt er, nóg mikið av vætu, ikki ov súrt (pH yvir 4,5) og ikki ov salt. Bakterian tolir ikki meir enn eini 10% av salti og í summum førum ikki meir enn 4,5% av salti. Bakterian tolir væl hita, men um maturin, sum er dálkaður av clostridium botulinum bakteriuni, verður kókaður í minsta lagi 10 minuttir, so heldur bakterian uppat við at framleiða eiturevni.

Viðgerð[rætta | rætta wikitekst]

Uttan viðgerð er sjúkan sera vandamikil og kann í ringast føri føra til deyða. Persónar, sum eru blivnir sjúkir av botulismu, mugu skjótast møguligt innleggjast á sjúkrahúsi. Tað tekur fleiri vikur, áðrenn sjúklingarnir koma heilt fyri seg aftur. Pinkubørn við botulismu verða viðgjørd við Botulism Immune Globulin Intravenous-Human (BIG-IV ella BabyBIG). Vaksin sum hava fingið botulismu antin frá matvørum ella gjøgnum opin sár, fáa viðgerð við Trivalent (A,B,E) Botulinum Antitoxin ella við heptavalent (A,B,C,D,E,F,G) Botulinum Antitoxin.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Ncbi.nlm.nih.gov - Sobel J (October 2005). "Botulism". Clin. Infect. Dis. 41 (8): 1167–73.
  2. Landslaeknin.fo, TÍÐINDASKRIV Í SAMBANDI VIÐ FLETTING
  3. "Landslaeknin.fo, Botulismu av turrum kjøti - tveir nýggir tilburðir - 08-06-2007". http://www.landslaeknin.fo/Nyheder/Tilburdir_av_botulismu_tidindabraev.aspx. Heintað 2012-10-05. 
  4. RKS.fo