Boris Spasskij

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Boris Spasskij

Boris Vasiljevitj Spasskij (Бори́с Васи́льевич Спа́сский), føddur 30. januar 1937) er ein russiskur, (fyrrverandi franskur, og fyrrverandi sovjetiskur) stórmeistari í talvi og fyrrverandi heimsmeistari í talvi. Hann var tann 10. talvheimsmeistarin og vann hann heitið fleiri ár á rað frá 1969 til 1972. Hann er kendur sum ein av teimum stórstu telvarunum, og er hann eisini tann elsti talvheimsmeistarin, ið er á lívi.

Spasskij vann Sovjetiska Talvmeistaraskapin tvær ferðir (1961, 1973) og tvær ferðir tapti hann finaluna (1956, 1963). Hann var ein av kandidatunum til Talv Heimsmeistaraskapin sjey ferðir (1956, 1965, 1968, 1974, 1977, 1980 og 1985).

Á Talv-OL í 1984 í Thessaloniki megnaði føroyski telvarin John Rødgaard at spæla javnt móti Spasskij.

Barna- og ungdómsárini[rætta | rætta wikitekst]

Hann varð føddur í Leningrad (nú Sankta Pætursborg) og lærdi at telva sum fimm-ára gamal, tá hann og mong onnur vóru evakueraði úr býnum við einum toki undir Seinna heimsbardaga. Hann gjørdist rættiliga kendur í Sovjetsamveldinum, tá hann sum 10-ára gamal vann á táverandi sovjetiska meistaranum Mikhail Botvinnik, sum leikti simultantalv í Leningrad. Fyrsti talvvenjari hansara í barnaárunum var Vladimir Zak. Gjøgnum barna- og ungdómsárini, frá hann var 10-ára gamal, vandi Spasskij ofta talv í fleiri tímar hvønn dag saman við venjarum á meistarastigi. Hann setti fleiri met sum yngsti sovjetiski telvarin ið uppnáddi ymiskar rankingar á ávísum aldri (sum 10, 11 og 15 ára gamal). Í 1952, tá hann var 15-ára gamal, skoraði hann 50% í sovjetiska meistaraskapinum í semifinaluni, og gjørdist nummar tvey í Leningrad Meistaraskapinum sama árið. Hann vann IM heitið í 1953 og stórmeistaraheitið GM í 1955.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]