Bláber

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Bláber.

Bláber (frøðiheiti Vaccinium myrtillus) eru smá blá ber. Bláber innihalda serliga nógvar antioxidantar (myrki liturin) og tað eru m.a. hesi sum verja kroppin móti kyknuskaðum og ov skjótari elding. Kanningar benda á, at berini hava gagnliga ávirkan á eygnasjúkuna Macular Degeneratión (gulur blettur á eyganum).

Harumframt eru innihalda berini vitaminirnar A, B3, B5, B6, C og E, flavonoidir, mineralini sink, selen, mangan, krom, jarn, kalcium, magnesium, kobar, kalium, karotin, pektin og fibur.

Undirsløg í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

  • Aðalbláber: Leggurin strentur og grønur. Bløðini ljósagrøn, eggvaksin, hvasstent, 10-30 mm long, detta av um heystið. Veksur í haga, homrum og gjáum.
  • Heiðabláber: Blágrøn bløð, sum detta av um heystið, øvut eggvaksin. Veksur á heiðalendi og í homrum.
  • Vínbláber: Við tjúkkum, blonkum, veturgrønum bløðum við afturábrettari rond og greiniligum síðuæðrum. Veksur á rókum og í homrum.