Bill Gaither

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Bill Gaither í Oslo í 2008.

Bill Gaither (f. 28. mars 1936 í Indiana, USA) er ein av kendastu gospelsangarum í Amerika. Bill Gaither hevur vunnið fimm Grammy-virðislønir frá 1973 til 2009 í ymiskum samanhangum, umframt at hann hevur verið tilnevndur heilar átta ferðir saman við konu síni Gloria. Bill Gaither er kosin besti komponistur innan kristnan tónleik í 20. øld. Hann er leiðari í Gaither Vocal Band. Gaither byrjaði sum sangari og sangskrivari í sekstiárunum og sigur sjálvur, at tað helst eru sangirnir, sum eru orsøkin til, at tey eru virkin enn.

Umframt at hann, saman við konuni Gloriu, hevur skrivað eina rúgvu av sangum, sum eru við í sálmabókum á nógvum ymiskum málum, ferðast tey dúgliga við sínum Homecoming framførslum. Nógvir føroyingar kenna tey frá fløgum og videobondum, har tey syngja nógvar av kendu ensku og amerikansku sálmunum.

Gjøgnum 50 ára yrkisleið hansara innan kristnan tónleik, hevur hann roynt tað mesta. Tað mest opinlýsa er, at hann hevur skrivað sangir og givið tónleik út, men færri kenna til, at hann framíhjá hevur fingist við bókaútgávu, sjónvarpsframleiðslu og útbúgving av tónleikarum. Bill og Gloria Gaither vitjaðu fyrstu ferð Svøríki fyri 30 árum síðan. Vitjan teirra tá kom í lag gjøgnum kenda svenska gospelsangaran Pelle Karlsson og konu hansara Evu, sum framvegis eru vinfólk teirra. Gaither Homecoming byrjaði sum eitt hugskot um, at tey bæði samlaðu nakrar vinir saman til hugnaløtur við sangi, men hevur síðan spreitt seg út um heimin, og í dag fylla tey risastórar hallir í USA og skjótt helst eisini í Evropa.

Annars er fulla navn hansara William James Gaither, føddur í 1936. Hann tók á ungum árum læraraprógv, men henda útbúgving hevur ikki verið nógv brúkt.

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál