Bente Dalsbæk

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Bente Dalsbæk (f. 1966) er ein danskur løgfrøðingur, rithøvundur og blaðkvinna. Hin 5. apríl 2007 helt hon fyrilestur í Miðlahúsinum í Havn um lív sítt. Hon hevur skrivað eina bók um nú fyrrverandi vermammu sína Sadu Khader og eina bók um umskering av dreingjum. Hon hevur arbeitt hjá DSB og í Ferðslumálaráðnum (Trafikministeriet) og sum skrivari í Fólkatinginum (udvalgssekretær). Hon búði saman við Naser Khader til 2010.

Eftir Muhammed-kreppuna skrivaði hon bókina Med underkop - Livet med min muslimiske svigermor, har hon fortelur um tá hon møtti mammu Naser Khader og um lívið sum donsk-arabisk familja.

Dalsbæk arbeiðir í dag sum freelance blaðkvinna og fyrilestrahaldari.

Verk[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]