Beinir Bergsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Beinir Bergsson er ein føroyskur rithøvundur. Hann er kendur fyri at hava vunnið fyrstu EBBU-virðislønina í 2018 fyri yrkingasavn sítt Lítli drongurin og beinagrindin.[1][2]

Beinir misti pápa sín av krabba tá hann var bert trettan ára gamal, og er yrkingasavnið skrivað útfrá upplivingum hansara.[3]


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://portal.fo/beinur+fekk+fyrstu+ebbuvirdislonina.html
  2. http://www.listaportal.com/tidindi/2018/5/21/beinir-bergsson-fekk-ta-fyrstu-ebbuna
  3. https://www.farlit.fo/home/2018/5/24/beinir-bergsson-granted-the-new-ebba-award