Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs er bókmentaheiðursløn, sum Tórshavnar býráð letur fyri barnabøkur. Heiðurslønin verður latin sama dag sum Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens , 17. september, ella ein av døgunum beint áðrenn ella beint eftir føðingardag Mads Andreas Jacobsens, í 2011 vóru virðislønirnar lætnar 22. september og í 2012 vóru tær lætnar hin 20. september.[1] Tvær virðislønir kunnu latast, men nevndin hevur eisini heimild til bert at lata eina ella onga. Virðislønirnar eru 20.000 kr. hvør. Í nevndini fyri heiðurslønina eru fimm limir, sum umboða býráðið, Býarbókasavnið í Havn og skúlabókavørðarnir í kommunalu skúlunum. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin fyrstu ferð í 1976. Í 2010 varð reglugerðin nakað víðkað og broytt og heitið Barnabókaheiðursløn varð broytt til Barnamentanarheiðursløn.[2]

Higartil hava hesi fingið heiðurslønina[rætta | rætta wikitekst]

Nevndin fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs[rætta | rætta wikitekst]

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Poulina Slættanes og Irdi Danielsen, valdar av býráðnum og Hansina Huusgaard, vald av skúlabókavørðunum við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.[12]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Torshavn.fo, M. A. Jacobsens virðislønir 2012 lætnar 20. september
  2. Torshavn.fo, Mentanarvirðislønir verða handaðar 22. september
  3. Planet.fo, 5 mentanarvirðislønir handaðar í gjár
  4. Torshavn.fo, Føroya Symfoniorkestur, Nicolina og Jógvan
  5. Sandportal.fo, Jensina Olsen fekk barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2010
  6. Torshavn.fo
  7. BBS.fo, Rakel Helmsdal, Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1996
  8. BBS.fo, Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1985
  9. BBS.fo Steinbjørn B. Jacobsen, Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1985
  10. BBS.fo, Ebba Hentze, Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1984
  11. BBS.fo, Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
  12. Torshavn.fo, M. A. Jacobsens virðislønir latnar 20. september