Býarbókasavnið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Byarbokasavnid.jpg

Býarbókasavnið er fólkabókasavnið í Havn. Í nógv ár var Anna Brimnes býarbókavørður, og síðani eitt skifti Svend Højgaard (2011-2012). Umframt býarbókavørðin eru 13 starvsfólk í føstum starvi umframt 2 bókauppsetarar (frítíðararbeiði hjá skúlanæmingum). Øll kunnu læna á bókasavninum, bæði bøkur, ljóðbøkur, filmar og bløð.

Stutt um Býarbókasavnið [rætta]

1969 Tórshavnar kommuna setti Býarbókasavnið á stovn 1. apríl í leigaðum hølum í Niels Finsens gøtu 7. Støddin var 514 fermetrar.

1990 Bókasavnið leigaði eina hálva hædd afturat.

1993 Hølini, ið fyrr vóru tekniska deild hjá Tórshavnar kommunu, vórðu tikin upp í bókasavnið. Bókasavnið er nú 813 fermetrar í 4 hæddum, á 1. hædd er inngongd, á 2. hædd er avgreiðsla, lesistova og útlán fyri vaksin, á 3. hædd er barnabókasavnið og skrivstovur, og á 4. hædd er goymsla, skrivstova og starvsfólkahøli.

2006 fekk bókasavnið lyftu.


Býarbókasavnið, bøkur, tilfar og virki [rætta]

Bókasavnið eigur o.u. 74.500 bøkur og tíðarrit (2005). 91.508 vitjaðu bókasavnið í 2005. 10 teldur eru fyri brúkarar til internetnýtslu, 4 teldur eru til innnanhýsisleiting, 1 Wii og 2 spæliteldur eru á barnabókasavninum (2012). 10 skúlabókasøvn í Tórshavnar kommunu og Kollafjarðar bygdar- og skúlabókasavn samstarva við Býarbókasavnið. Bókasavnið hevur samstarv við stovnar (ellisheim, Varðhaldið o.t.) í kommununi um útlán. 11½ ársverk eru á bókasavninum, 5 skrivstovufólk, 5 bókavørðir og býarbókavørðurin. Í hesum størvum eru sett 13 fólk.

1982 fór bókasavnið at læna út ljóðbøkur.

1998 varð alt tilfarið skrásett á teldu.

2004 fór bókasavnið at læna út dvd-filmar.

2005 varð nýggj, nútímans telduskipan keypt og sett í verk.

Slóðir úteftir [rætta]

Býarbókasavnið