Bókasavnið við Løkin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Bókasavnið við Løkin er skúla- og fólkabókasavn í Runavíkar kommunu. Í august 2012 læt fólkabókasavnið alment upp í nýggju snotiligu hølunum við Løkin. Leiðari á bókasavninum er Oyvør D. Jacobsen, og hjálparfólk er Conny Rasmussen. Fýra skúlabókavørðir, Anja Pálsdóttir, Pálin Olsen, May í Túni Højgaard og Brynhild W. Djurhuus, røkja skúlabókasavnstænastuna til næmingar og lærarar. Bókasavnið skipar fyri nógvum ymiskum tiltøkum, eitt nú sýning av filmum í Løkshøll[1], lesiringum, søguløtum og fyrilestrum v.m. Bókasavnið liggur í sama bygningi sum Runavíkar kommunuskúli og Løkshøll [2] á Rókarvegi 1 í Runavík og er opið fyri øllum yrkadagar millum klokkan 13 og 18 og leygardagar kl. 10-14. Fyrrapartar virkar bókasavnið sum skúlabókasavn og verður brúkt av næmingum, lærarum og starvsfólki skúlans annars.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Aktuelt.fo, Norski filmurin Pionérur verður sýndur í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll[deyð leinkja]
  2. rks.fo, Bókasavn, Vælkomin á Bókasavnið við Løkin, - nú eisini fólkabókasavn[deyð leinkja]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]