Bárður Háberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Bárður Háberg (føddur í 1979 í Havn) er ein føroyskur tónleikari, tónasmiður og tónleikaframleiðari. Saman við Óla Jógvanssyni eigur og rekur hann tónleikafyritøkuna Baroli Music. Teir framleiða løg til útlendskar sangarar, ofta spæla teir eisini fleiri av instrumentunum og mixa sangin. Teir hava samstarv umvegis alnótina við aðrar tónleika framleiðarar og skriva eisini sangir saman við øðrum sangskrivarum og tónasmiðum.

Baroli Music[rætta | rætta wikitekst]

Bárður Háberg og Óli Jógvansson framleiða tónleik til sangstjørnur úti í heimi. Teir hava lagt seg eftir at skriva løg sum eru íoyrafallandi og lætt kunnu gerast hitt. Teir hava m.a. framleitt tónleik til poppstjørnur í USA, Japan, Italia, Korea og Kina. Baroli Music hevði sáttmála við The Kennel/Universal Music Publishing frá 2010-2012, men er í løtuni óheft av nøkrum ávísum forlagi. Í 2011 og 2012 var stórur eftirspurningur eftir tónleiki frá Baroli Music frá stórseljandi artistunum Koda Kumi úr Japan[1] og Elva Hsiao úr Teivan.[2] Teir hava eisini skrivað lag til sangin "A New Law" sum niðurlendska songkvinnan Iris Kroes syngur. Hon gjørdist sera kend í Niðurlondum, tá hon vann sjónvarps sangkappingina The Voice of Holland. Bárður og Óli hava eisini gjørt lagið FYI, sum unga sjónleikarinnan og songkvinnan úr USA, Stefanie Scott syngur, hon er m.a. kend frá sjónvarpsrøðini A.N.T. Farm á Disney Channel. Sangurin eitur kom út á iTunes hin 18. september 2012.[3] Í september 2012 høvdu teir selt útvið eina millión eintøk av løgum teirra uttanlands.[4]

Vertur á Atlantic Radio[rætta | rætta wikitekst]

Bárður Háberg var eitt av starvsfólkunum, sum starvaðist á Atlantic Radio, sum var fyrsta føroyska privata útvarpsrásin, hon var í luftini alt døgnið frá 6. mai 1999 til desember sama árið. Bárður var ein av vertunum og starvaðist eisini við lýsingum og teknikki.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Ouvirmusica.com.br, Koda Kumi, So Nice (feat. Mr. Blistah), Composição: Koda Kumi / Bardur Haberg / Andrew Lane / Kasey Monroe
  2. Planet.fo, Gera hitt til altjóða poppstjørnur
  3. Portal.fo, Føroyingar eiga nýtt hitt hjá Disneystjørnu
  4. Kringvarp.fo, Gera poppløg til útheimin

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]