Aung San Suu Kyi
Aung San Suu Kyi varð borin í heim tann 19. juni í 1945 í Rangoon, Burma. Hon er kend fyri at royna at fremja demokrati í Burma, uttan at nýta harðskap. Hon er dóttir til Aung San, ið var við til at samráðast um at loysa Burma frá Stóra Bretlandi í 1947. Sama árið var Aung San myrdur av politiskum kappingarneytum.
Í 1989 stillaði Aung San Suu Kyi upp til tingvalið í Burma, har hon vann stórt. Herurin í Burma traðkaði til og forbjóðaði henni at taka við valdið. Síðan tá hevur Augn San Suu Kye sitið í húsavarðhaldi í heimi sínum, í býnum Yangon, í alt 14 av teimum seinastu 20 árunum.
Ì 1991 fekk Aung San Suu Kyi Friðarheiðursløn Nobels. Hon hevur lisið á Lærda háskúlanum í Oxford, har hon eisini møtti manni sínum, ið hon hevur tvey børn við. Eftir røttum skuldi Aung verið leyslatin í okt. 2009, men orsakað av, at ein óboðin sinnisveikur amerikumaður fyrr í ár svam út til húsini hjá Aung og svav har í eina nátt, dømdi ein dómstólur undir hernaðarstýrinum í Burma hana til 18 mánaðir afturat í húsavarðhaldi.
Aung hevur kært dómin, men líkindini fyri, at hon fær viðhald, eru ikki av teimum bestu. Dómurin er nú skotin inn fyri hægstarætt í Burma. Um Aung verður dømd til 18 mánaðir afturat, hevur tað við sær, at hon ikki kann stilla upp til valið í komandi ári.