Atlantic Airways

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Atlantsflog)
Far til: navigatión, leita
Atlantic Airways
Atlantic fleet.jpg
IATA
RC
ICAO
FLI
Koda
FAROELINE
Stovna 1987
Frequent flyer EuroBonus
Flota stødd 10
Ferðamál 10
Høvuðssæti Flag of the Faroe Islands Sørvágur, Faroe Islands
Lykla fólk Magni Arge
Heimasíða: http://www.atlantic.fo

Atlantic Airways (føroyskt; Atlantsflog) varð stovnað tann 10. november 1987 og fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmark 28. mars í 1988. Stjórin í Atlantic Airways er Magni Arge. Skrivstovan hjá Atlantic Airways liggur í Kastrup og á flogvøllinum í Vágum. Fyrsta ársfjóðring í 2008 vóru 204 fulltíðar starvsfólk hjá Atlantic Airways.

Búmerkið hjá Atlantic Airways er ein súla - hetta er ikki tað einasta búmerkið, Atlantic Airways hevur havt. Áðrenn var tað 2 A í føroyskum flagglitum, sum vóru samantvinnað.

Atlantic Airways varð stovnað til tess at menna føroyska flogvinnu og flogferðslu. Starvsfólkaliðið telur í dag um 165 ársverk, flogførini eru fimm og tyrlurnar tríggjar í tali. Felagið rekur størsta arbeiðsplássið í Vágum og telist eisini millum tey størstu í Føroyum.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga

  • 1988 Fleyg Atlantic Airways sín fyrsta túr ímillum Føroyar og Danmark.
  • 1999 Fór Atlantic Airways at flúgva til Noregs.
  • 2002 Ferðafólkatalið hjá Atlantic Airways fór upp um 100 000.
  • 2004 15. juni - Triðja flogfarið hjá Atlantic Airways kom til Føroya.
  • 2004 Atlantic Airways verður heiðrað sum Ársins átak.
  • 2006 10. oktober - Ein vanlukka í Stord, Noregi kravt fýra mannalív.
  • 2007 Desember varð fyrsti triðingurin av partapeninginum í Atlantic Airways seldur, og samstundis varð Atlantic Airways skrásett á svensk-finska virðisbrævamarknaðinum OMX.

[rætta] Flotin

Slag Mongd Skrásetingar
Airbus A319 1 (2011) [1]
BAe 146-200 3 OY-RCA, OY-RCB, OY-RCW
Avro RJ100 2 OY-RCC, OY-FJE
Avro RJ85 2 OY-RCD, OY-RCE
Bell 212 1 OY-HMB
Bell 412EP 2 (1) [2] OY-HSR, OY-HSJ
AW 139 1 OY-HSN

[rætta] Hendingar og vanlukkur

  • 2006 10. oktober fór ein BAe 146-200A av breytini í Stord floghavn í Noreg. Umborð vóru 16 fólk. Tólv vóru ferðafólk og manningini taldið fýra. Av hesum 16 doyðu fýra, meðan hini megnaðu at rýma úr vrakinum.[3][4][5].
  • 2008 24. mars misti ein BAe 146 nasahjólið á flogfarinum beint áðrenn fráferð úr Keypmannahavn floghavn. Flogfarið lendi í Føroyum uttan trupuleikar; flogskiparinir høvdu ikki uppdaga nakað óreglusemi. [6].
  • 198X í Vága Floghavn kundi ein BAe 146-200A ikki steðga á lendingarbreytini og koyrdi tí inn í eina trygdarmerking. Ongin kom til skaða.

[rætta] Slóðir

[rætta] Keldur

  1. «Atlantic Airways keypir flogfar frá Airbus» (Atlantsflog, 30. januar 2008)
  2. «Atlantic Airways selur tyrlu til Air Greenland» (Atlantsflog, 19. desember 2008)
  3. Norway runway blaze kills three, frá BBC News, 10. oktobur 2006.
  4. Vanlukku frásøgn fyri OY-CRG, frá Aviation Safety Network Database, 10. oktobur 2006.
  5. Fyribils vanlukku frásøgn á Norskum, frá 25. oktobur 2007
  6. Tíðindagrein (Danskt), úr politiken.dk
Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál