Atlantic Petroleum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
P/f Atlantic Petroleum
Stovning1998
HøvuðssætiYviri við Strond 4, Tórshavn
LyklafólkBen Arabo (Stjóri)
Birgir Durhuus (Nevndarformaður)
ÍdnaðurOlju og kolvetni
Starvsfólk17
EigariPartabrøv

P/F Atlantic Petroleum (føroyskt: Atlantskolvetni) er føroysk olju og kolvetnis fyritøka. Stjóri í felagnum er Ben Arabo. Felagið varð stovnað í februar 1998 av 18 føroyskum íleggjarum:

  • P/f Kongshavnar Útgerðarfelag
  • Hildigunn Johannesen
  • P/F Føroya Bjór
  • Mortan Johannesen
  • P/f J.F.K. Trol
  • P/f Smyril Line
  • P/f Farodane
  • P/f Havnar Timburhandil
  • P/f Svend Krosstein
  • P/f Vestlax
  • P/f Teymavirkið
  • P/f Havsbrún
  • P/f Súsi
  • P/f Tórshavnar Skipasmiðja
  • S/f Føroya Sjóvátrygging
  • Føroya Sparikassi (nú Eik Banki)
  • P/f Poul Hansen
  • P/F Hvilvtenni

Í juni 2005 varð Atlantic Petroleum skrásett á íslendska virðisbrævamarknaðinum (ICEX), ið samarbeiðir við føroyska virðisbrævamarknaðin (VMF). Í oktober 2006 varð Atlantic Petroleum skrásett á danska virðisbrævamarknaðinum (OMX).

Í 2012 vóru 17 fulltíðar starvsfólk í Atlantic Petroleum.

Virksemi[rætta | rætta wikitekst]

Atlantic Petroleum er við í trimum leitingarloyvum við Føroyar: Stella Kristina (40%), Marselius(40%) og Brugdan(0,025% (møguleika at fáa 1,2905%)). Harumframt er Atlantic Petroleum í 2008 við í 8 loyvum í bretskum sjógvi og 3 í írskum sjógvi.


Útvortis slóð[rætta | rætta wikitekst]