Astrid Andreasen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Astrid Andreasen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1948 í/á Vestmanna
Starv listafólk, postage stamp designer, scientific illustrator
Dátuheiti
VIAF 310665004
LCAuth n2014050059
Commons Astrid Andreasen

Astrid Jóhanna Andreasen (fødd 1948 í Vestmanna) er ein føroysk listakvinna, vísundaligur teknari[1] og frímerkja-myndprýðari. Hon hevur serstakliga lagt seg eftir at tekna djór, serliga fiskar og onnur havdjór. Hon varð útbúgvin sum hondarbeiðslærarinna í 1968 frá Kerteminde Husflidsskole. Í 1982 fór hon á Aarhus Kunstakademi, og seinni hevur hon lært vísindaliga tekning á Jerlesborgskúlanum og á Tjernø Marinbiologiska Station í Svøríki. Astrid er ein fjøltáttað listakvinna. Hon hevur stóran part av sínum arbeiðslívi starvast innan lívfrøði, og hevur m.a. teknað eina ørgrynnu av teimum føroysku fiskunum, fuglunum, blómunum og tarunum. Verk hennara eru gjørd úr alskyns tilfari, líka frá silki til jarntráð. Eisini eru fleiri av verkunum bundin úr føroyskum tógvi við teimum eyðkendu føroysku bindingarmynstrunum. Astrid hevur í meira enn 20 ár starvast á Náttúrugripasavninum (nú Søvn Landsins) sum vísundaligur teknari.[2]

Í 2005 gjørdi Astrid, saman við dóttrini Katrin, altartalvuna í Vestmanna kirkju. Hon hevur eisini teknað nógv frímerki og jólamerki.

Í 2010 kom ein bók út um Astrid Andreasen á donskum. Bókin eitur Fisken i dukkevognen, tað er Trine Rytter Andersen, ið hevur skrivað bókina.[3]

Í 2014 fekk hon heiðurin at myndprýða Kærleikskúluna.[4]

Frímerki[rætta | rætta wikitekst]

Fiskar[rætta | rætta wikitekst]

Grashopparar[rætta | rætta wikitekst]

Útgávudagur: 6. februar 1995.

Ravnur[rætta | rætta wikitekst]

Útgávudagur: 12. juni 1995.

Fuglar[rætta | rætta wikitekst]

Soppar í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Fuglar '97[rætta | rætta wikitekst]

Útgávudagur: 17. februar 1997.

Støðufuglar I[rætta | rætta wikitekst]

Støðufuglar II[rætta | rætta wikitekst]

Bleytdjór[rætta | rætta wikitekst]

Útgávudagur: 11. februar 2002

List á plakatum[rætta | rætta wikitekst]

Útgávudagur: 14. apríl 2003

Drunnhvíti[rætta | rætta wikitekst]

Djúpvatnsfiskar[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. b.dk - Kunstneren med mikroskopet
  2. savm.fo - Starvsfólk á Søvnum Landsins
  3. arnoldbusck.dk
  4. dugni.fo - Kærleikskúlan 2014 - eitt listarligt jólaprýði[deyð leinkja]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið