Arnbjørn T. Hansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Arnbjørn Hansen í 2013

Arnbjørn Theodor Hansen (føddur 27. februar 1986) er ein føroyskur fótbóltsleikari, sum spælur við EB/Streymni og føroyska A-landsliðnum. Arnbjørn hevur verið toppskorari í bestu mansdeildini í føroyskum fótbólti í 2008 og 2010. Hann hevði spælt 13 landsdystir og skorað 3 mál fyri Føroyar við árslok 2012. Hann hevur gjørt nógv mál fyri EB/Streym, frá 2003 til 2012 hevur spælt 242 dystir fyri EB/Streym og skorað 151 mál.[1]

Altjóða mál[rætta | rætta wikitekst]

Mál og útslit hjá Føroyum verður víst áðrenn úrslitini hjá mótstøðuliðnum, tvs. vinstrumegin.
# Dagur Vøllur Mótstøðulið Mál Úrslit Kapping
1 9 September 2009 Svangaskarð, Toftir, Faroe Islands  Litava 2–1 2–1 2010 FIFA World Cup qualifying
2 7 June 2011 Svangaskarð, Toftir, Faroe Islands  Estland 2–0 2–0 UEFA Euro 2012 qualifying
3 16 October 2012 Tórsvøllur, Tórshavn  Írland 1–2 1–4 2014 World Cup qualifier

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Arnbjørn Hansen á Faroesoccer.com