Arnbjørn Danielsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Arnbjørn Danielsen (f. 1947 í Havn, deyður 1980) var ein føroyskur rithøvundur, útbúgvin cand. mag. í donskum og filmsvísindum 1979 frá Keypmannahavnar Universiteti. Arnbjørn Danielsen var politiskt virkin og var ein av oddamonnunum í at stovna Unga Tjóðveldið í 1964. Lestarárini í Keypmannahavn var hann eisini virkin á politiska vinstraveinginum og skrivaði dúgliga í útisetabløðini Fjølnir, Framanum og Oyggjaskeggja.

Arnbjørn var føddur og uppvaksin í Havn. Hann var eitt skiftið til skips, men fór so til Danmarkar at lesa. Í 1979 tók hann skúlaembætisprógv við donskum sum høvuðsgrein og filmslist sum hjágrein. Tá ið hann brádliga doyði í 1980, var hann í starvi í studentaskúlanum í Hoydølum. Arnbjørn var virkin í politiska lívinum. Hann var m.a. undangongumaður at stovna Unga Tjóðveldið í 1964, og hann var eisini virkin á politiska vinstravonginum sum útiseti í mong ár í Keypmannahavn. Danielsen skrivaði yrkingar, stuttsøgur og hugleiðingar. Hann lýsti m.a. náttúruna, barnið, kærleikan, tað at vera útlagin, mannalyndi og politikk. Smádreingir og hugflog er úr yrkingasavninum „Meðan eg tyggi norðlýsi,“ sum kom út í 1968.

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

  • Várvindar, yrkingar 1966
  • Lívsævintýrið, stuttsøgur 1967
  • Meðan eg tyggi norðlýsið, yrkingar 1968
  • Roynd 1, stuttsøgur og yrkingar 1971

Keldur[rætta | rætta wikitekst]