Arnbjørn Ó. Dalsgarð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð (f. 28. august 1971, ættaður av Velbastað) er rithøvundur, bókavørður og tónleikari, guitarleikari. Í 2012 varð hann settur í starv sum leiðari á Býarbókasavninum.[1] Áðrenn tað starvaðist hann á Føroya Landsbókasavni. Hann gjørdist liðugur við útbúgving sum bókavørður í 1999. Hann er føddur í 1971, er uppvaksin á Velbastað og býr í Havn. Er ritstjóri á bókmentatíðarritinum Vencili saman við Oddfríða M. Rasmussen. Árini 2003-2007 hevur hann verið formaður í Bókavarðafelagnum, og í mars 2007 bleiv hann valdur til formann í Rithøvundafelagnum og legði frá sær í Bókavarðafelagnum, hann varð formaður í Rithøvundafelagnum til 2009. Meðan hann búði í Keypmannahavn í 1990-árunum var hann onkuntíð blaðstjóri á blaðnum Oyggjaskeggi, sum er blaðið hjá føroyskum lesandi uttanlands, serliga í Danmark. Hann hevur fyrr spælt sum guitarleikari í fleiri føroyskum orkestrum, tað var í 1980-árunum. Hann spældi eitt nú saman við James Olsen og Óla Hans Andreasen.[2] Arnbjørn er giftur við Rigmor Dam, sum er løgtingskvinna (2011-), lærari og blaðkvinna. Tey eiga trý børn saman.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Stuttsøgusøvn[rætta | rætta wikitekst]

  • 2015 So hon starir inn í veggin
  • 2016 Albert

Stuttsøgur í tíðarritum vm.[rætta | rætta wikitekst]

Yrkingar[rætta | rætta wikitekst]

Ævintýr[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Aktuelt.fo, Arnbjørn leiðari á Býarbókasavninum". http://aktuelt.fo/grein/arnbjorn_leidari_a_byarbokasavninum. Heintað 2012-12-06. 
  2. Kringvarpið hevði samrøðu við Arnbjørn 6. februar 2013.
  3. "BFL.fo". http://www.bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&GROUPID=GROUP386. Heintað 2013-01-17. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]