Antonis Samaras

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Antonis Samaras

Antonis Samaras (grikskt: Αντώνης Σαμαράς, føddur 23. mai 1951) er ein grikskur politikari og økonomur, sum hevur verið forsætisráðharri í Grikkalandi síðan 20. juni 2012.[1] Hann hevur verið leiðari fyri konservativa flokkin Nýtt Demokrati síðan 2009. Hann var fíggjarmálaráðharri í 1989, uttanríkisráðharri 1989-90 og aftur frá 1990-92. Í 2009 var hann mentamálaráðharri. Hann er eisini kendur fyri at vera orsøk til at stjórnin hjá flokki hansara fall í 1993. Hann fór so úr flokkin, men í 2004 gjørdist hann aftur limur í flokkinum og í 2009 vann hann eitt tætt stríð um formanspostin. Hann er tann 7. leiðarin fyri flokkin, síðan flokkurin varð stovnaður í 1974.

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Antonis Samaras sworn in as new Greece prime minister". BBC. 20 June 2012. http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-18525538. Heintað 20 June 2012. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið