Antarktisk-Suðurbók

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Leyv á Antarktiskari Suðurbók, bløðini eru smá.
Antarktisk Suðurbók á heimligum vakstrarøki í Las Torres del Paine náttúruverndarøkinum i Kili (Chile).

Antarktisk-Suðurbók (frøðiheiti - Nothofagus antarctica) (spanskt Ñire ella Ñirre), er eitt leyvfellandi træ ella runnur, ið er upprunavøkstur í Suður Kili (Chile) og Argentina frá uml. 36°S og heilt suður á Eldlandið (Tierra del Fuego) (56° S). Tann syðsti gróðrarstaðurin er á oynni Hoste Island, sostatt er Antarktisk Suðurbók tað træið ið veksur syðst á jarðarklótini. Tað trívist best í tí nú minkandi tempereraða regnskóginum.

Antarktisk Suðurbók er gróðursett á vesturstrondini av Norðuramerika, í Stóra Bretlandi og í Føroyum her hon trívist sera væl.