Annika á Lofti

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Annika á Lofti (fødd í 1983, uppvaksin í Sandavági)[1] er ein føroysk listakvinna og filmsleikstjóri. Hon hevur havt fleiri listaframsýningar bæði í Føroyum og í Danmark. Hon er útbúgvin á Fatamorgana listaskúlanum í Keypmannahavn, 2006, og fór at lesa á Iceland Academy of the Arts í 2007.[2] Hon hevur eisini gingið á filmslistaskúla í Berlin. Annika hevur eisini roynt seg innan filmslist, og í desember 2012 vann filmur hennara Mist fyrstu Áskoðaravirðislønina á Geyta films-gallaveitsluni í Norðurlandahúsinum. Tað er Tórshavnar kommuna ið letur virðislønina, og áskoðararnir ið velja hvønn film ið teimum dáma best, og í 2012 fall valið á filmin hjá Anniku. Áskoðaravirðislønin var á 15.000 krónur.

Framsýningar - í úrvali[rætta | rætta wikitekst]

  • Ólavsøkuframsýningin 2002
  • Ólavsøkuframsýningin 2003
  • Copenhagen City Hall 2006
  • Politikkens udstillings lokale Pressen 2006
  • Ny Carlsberg Glyptotek 2006
  • Ólavsøkuframsýningin 2007
  • Leopold Museum 2008
  • Summarframsýningin 2008

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Birkblog.blogspot.com, Geytin og Áskoðaravirðislønin
  2. Mynd.fo[deyð leinkja]