Annfinnur í Skála

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Annfinnur í Skála er søgufrøðingur, málfrøðingur og rithøvundur. Annfinnur varð føddur í Havn 20. septembur 1941. Foreldrini eru Jóhanna M. Skaale (f. 1906), fødd Joensen úr Innistovu á Trøllanesi og Sigfried Skaale (f. 1906 + 1977) úr Havn. Kona Annfins var Súsanna á Brúsoyri (f. 1947 - 2004), Msc í sjúkrarøkt. Tey hava tveir synir: Ragnar (f. 1976) og Gilli (f. 1982). Annfinnur hevur verið lærari í søgu, enskum og fornaldarfrøði á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði síðan 1975. Í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Annfinnur hevur skrivað hesar bøkur saman við øðrum ella einsamallur

  • Føroyskt mál og støða tess í hf- og studentaskúlanum. (Álit skrivað saman við Jonhardi Mikkelsen, Ann Ellefsen, Jógvani Mørkøre og Póli Jespersen). Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1990.
  • Ensk-føroysk orðabók (saman við Jonhardi Mikkelsen og Zakariasi Wang). Stiðin Tórshavn 1992.
  • Stjórnarskipanarmálið 1946. Keldur til Føroya søgu. 1994. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1994.
  • Frá stórkríggi til heimskríggj 1918-1939. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1994.
  • Søga Týsklands 1918-1939. Lýst við keldum. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1994.
  • Donsk-føroysk orðabók (saman við Jonhardi Mikkelsen, Honnu Jacobsen og Zakariasi Wang. Stiðin. Tórshavn 1998.
  • Heimurin forni 1. Hjá dvørgum í Niðafjøllum. Sprotin. Tórshavn 2000.
  • Heimurin forni 2. Ferðin til Zambora. Sprotin. Tórshavn 2000.
  • Føroysk-ensk orðabók (saman við Jonhardi Mikkelsen). Sprotin. Tórshavn 2008.
  • Ensk-føroysk orðabók (endurskoðað og nógv víðkað) (saman við Jonhardi Mikkelsen). Sprotin. Tórshavn 2008.

Heiðurslønir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]