Anna Mattsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Anna Mattsson er svenskur rithøvundur, fødd 1966. Anna Mattsson hevur givið út 6 yrkingasøvn: Återvändo (1988), Till dagarna (1990), Spådom (1991), Ännu (1997), Det snöar i Kambodja (2005) og Gränsglaset (2009). Best er hon tó kend fyri skaldsøguna Alexandras rum (1994), ið Tóroddur Poulsen hevur týtt til føroyskt við heitinum Rúm Alexandru, og framhaldið De ensammas hus (2004). Anna Mattsson hevur eisini týtt føroyskar bókmentir til svenskt, m.a. yrkingar eftir Tórodd Poulsen.