Anna Kirstin Thomsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Anna Kirstin Thomsen við einum gomlum neyðblussi.

Anna Kirstin Thomsen (fødd 11. februar 1946) er av Tvøroyri og býr har saman við manni sínum Knud Steinø, sum er lækni. Anna Kirstin er saman við beiggja sínum Thomas Frederik Thomsen, stjóri í fyritøkuni p/f Seglloftið. Anna Kirstin Thomsen er útbúgvin korrespondent í enskum og týskum.

M.A. Jacobsens virðisløn fyri Mentanaravrik 2008[rætta | rætta wikitekst]

Í 2008 fekk Anna Kirstin Thomsen handa Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2008. Virðislønina fekk hon fyri virksemi hennara í bygningunum hjá Kongaliga einahandilinum á Tvøroyri. Grundgevingingin hjá dómsnevndini var soljóðandi:

"Anna Kirstin er eldsálin, sum lívgar og ríkar, har hon virkar. Tað veri innan tónleik, undirhald, ella tá ið hon lærir fólk kring landið at dansa.

Við áhaldni og hugflogi, skynsemi og stórsinni hevur Anna Kirstin tikið stig til at umvæla, varðveita og lata upp dyrnar til ein týðandi part av mentanararvi okkara: bygningarnar hjá Kongaliga einahandlinum á Tvøroyri.

Um hesar karmar er sprottin ein søguligur og nútímans mentanarpallur og eitt livandi ungdómshús.

Her stíga føtur, ið undan fóru, inn aftur í ringin, og saman trína vit dansin inn í framtíðina." [1]

Ársins herðaklapp 2008 frá portal.fo[rætta | rætta wikitekst]

Anna Kirstin fekk "Ársins herðaklapp 2008" frá Portal.fo. Hetta er ein serstøk Planet virðisløn, sum verður latin á hvørjum ári. [2]

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Anna Kirstin Thomsen ein eldsál frá torshavn.fo
  2. Ársins herðaklapp 2008 frá portal.fo