Anna Frank dagbókin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Dagbókin hjá Onnu Frank.

Dagbókin hjá Onnu Frank er millum mest lisnu bøkur í Vesturheiminum eftir Seinna heimsbardaga. Hetta er bók um trettan ára gomlu Annu, sum saman við familju sínari goymdi seg á einum lofti undan týskarunum undir Seinna heimsbardaga. Trettan ára gamla Anna Frank og familja hennara goyma seg fyri nasistunum. Í tvey ár kundi hon ikki fara út, renna, rópa ella flenna. Í staðin skrivaði hon um tankar og kenslur sínar í dagbók, sum nú er kend um allan heim. Bókin er skrivað eftir vegleiðing frá Evu Schloss, sum yvirlivdi arbeiðslegurnar og gjørdist fostursystir Annu Frank. Anna er helst kendasta offur fyri Holocaust. Dagbók hennara er lisin av milliónum um allan heim og er ein ímyndin av jødaforfylging og týning undir Seinna heimsbardaga.

Søgugongd[rætta | rætta wikitekst]

Anna Frank skrivar í fyrstuni um seg sjálva sum eina væl umtókta gentu, um góðar vinkonur og troyttandi dreingir. Hon fortelur um flokkin, hon gongur í, dreingirnar og genturnar, vinkonurnar og systrina, Margot. Um tryggu tilveruna, hóast allar tær strongu lógirnar, ið vórðu settar í gildi fyri jødar - líka til Margot 8. juli 1942 fær boð um at møta hjá SS. Yvir háls og herðar rýma tey og fjala seg í Bakhúsinum í Amsterdam, har pápin arbeiðir. Anna er 13 ár, tá ið vit hitta hana, og hon er 15, tá ið hon sigur farvæl. Hetta tíðarskeiðið fylgja vit einari gentu, ið búnast og gerst sjálvstøðug. Hon sigur frá sínum loyniligastu hugsanum, og vit lesa um, hvussu illa hon situr um sátt við mammuna, um gerandisdagin í Bakhúsinum, um hennara dreymar og kynsligu menning. Seinasta hálva árið eru hon og Petur væl, og bæði fáa tey roynt kærleikan. Um várið 1944 droymdi Anna um, at hon skuldi geva út eina bók, tá ið kríggið var av. Hon ætlaði, at dagbókin, sum hon skrivaði frá 12. juni 1942 til 1. august 1944, skuldi vera støðið undir bókini. Men 4. august 1944 kom ein SS-heryvirmaður og tríggir hálendskir hjálparmenn frá "Grüne Polizei" og handtóku hana og hinar jødarnar, sum fjaldu seg saman í Bakhúsinum. Onkur hevði svikið tey. Sama dag bjargaðu hjálparfólk teirra øllum, ið Anna hevði skrivað. Anna Frank doyði í týningarleguni Bergen-Belsen í februar ella mars 1945. Eitt tað seinasta, hon skrivaði í dagbókina, var: "Eg vil liva, eftir at eg eri deyð".

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]