Andreas Papandreou

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Andreas Papandreou

Andreas G. Papandreou (grikskt: Ανδρέας Γ. Παπανδρέου, føddur 5. februar 1919, deyður 23. juni 1996) var ein grikskur politikari og økonomur. Hann spældi ein týðandi leiklut í grikskum politikki í 1970-árunum, 1980-árunum og 1990-árunum. Andreas bleiv oftast nevndur við sínum fornavni í Grikkalandi, nakað sum er rættiliga óvanligt annars í Grikkalandi. Tvær ferðir var hann forsætisráðharri Grikkalands, fyrru ferðina frá 21. oktober 1981 til 2. juli 1989, seinnu ferðina frá 13 oktober 1993 til 22. januar 1996). Hann var sonur Georgios Papandreou, sum var forsætisráðharri í Grikkalandi tríggjar ferðir: 1944–1945, 1963 og 1964–1965. Sonur Andreas, sum eitur eftir abba sínum, Georgios Andrea Papandreou, hevur eins og pápin og abbin, verið forsætisráðharri Grikkalands, tað var hann frá 2009 til 2011. Andreas Papandreou var vællærdur, akademikari sum hevði lisið økonomi á Harvard University í USA. Tá hann kom til valdið í 1981, broyttist grikska politiska søgan, og eitt nærum 50-ára konservativt stýrt land broytti kós tann sosialistiska vegin.

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið