Andrea Opielka

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Andrea Susanne Opielka)
Føroyskur dansur í Sjónleikarhúsinum í Havn á Ólavsøku 2011. Andrea Opielka er ein av teimum sum dansa, hon er mitt á myndini, aftast, í føroyskum búna við svørtum turriklæði og fyriklæði.
Føroyskt frímerki, har myndaevnið er føroysk dansispøl, her sæst bandadansurin.

Dr. Andrea Susanne Opielka er týskur granskari og rithøvundur. Hon hevur stóran áhuga í Føroyum og føroyskari mentan, serliga er hon áhuga í føroyska dansinum. Í 2004 fór hon í holt við at skriva phd-ritgerð um føroysk dansispøl. Ritgerðin varð liðug og góðkend í 2007. Í 2009 kom ritgerðin út í bók á týskum og í september 2011 kom bókin út á donskum undir heitinum Danse og sanglege på Færøerne.[1] Í bókini eru 23 lýsingar av føroyskum dansispølum, nøkur av teimum eru útdeyð meðan onnur enn verða brúkt. Hon hevur tosað við umleið 200 føroyingar sum koma frá bygdum og býum kring alt landið.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2009 - Färöische Tanzspiele: Herkunft - Verbreitung - heutige Tradition: Studien zu einer alten Volkstanztradition[2]
  • 2011 - Danse og sanglege på Færøerne Oprindelse - Ubredelse - Nutidig tradition

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Setur.fo, Forkunnug bók um føroysk dansispøl.[deyð leinkja]
  2. Amazon.com