Anders Behring Breivik

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Anders Behring Breivik (f. 13. februar 1979 í Oslo) er ein høgra víðgongdur hópdrápsmaður úr Noregi, sum framdi yvirgangsatsóknir í Oslo og á Utøya hin 22. juli 2011. Hann myrdi tilsaman 77 fólk, har tey flestu vóru ungdómar. Hann er revsirættarligur, og kann dømast til fongsulrevsing,[1] tað siga teir serkøntu sálarlæknarnir Terje Tørrisen og Agnar Aspaas, sum avleveraðu eina 300 síðu langa rapport til býarrættið í Oslo ikki langt aftan á hendingina, um at har skuldi gerast ein sálarlig kanning um Breivik. Læknarnir staðfestu nógvar ferðir, at teir vóru komnir fram til eina aðra niðurstøðu enn í ta fyrstu rapportina. Í henni var metingin, at Breivik var so sálarliga sjúkur, at hann skuldi dømast til eitt tvungið varðhald og at hann ikki kundi dømast til fongsulrevsing. Í byrjanini av apríl 2012 staðfesti ein kanning, at hann ikki var sálarliga sjúkur. Breivik hevur verið undir eitt samdøgurs eftirlit í sambandi við kanningini.

Fríggjadagin tann 22. juli 2011 vil altíð vera hugt aftur á, sum ein syrgiligur dagur. Í Oslo og á oynni Utøya hendi eitt ræðuligt, meiningsleyst og óveruligt yvirgangsálop. Eftir hetta álopið, broyttist alt, og hevur rakt tey avvarðandi og norsku tjóðina sera hart. Tað fyrsta yvirgangsálopið í Vesturheiminum síðani 2005, hendi í Oslo kl. 15.25., tá ið ein brotsmaður, nevndur Anders Behring Breivik, sprongdi eina 950 kg tunga bumbu, sum var goymd í einum leigaðum bili, beint frammanfyri Høyblokken í Oslo, har forsætisráðharrahúsið og løgreglustórnardeildin liggur.

Frá Høyblokken koyrdi Breivik í einum ørðum leigaðum bili út til Utøya, og har gingu uml. 2 tímar, áðrenn hann var har úti. Á Utøya skeyt hann eftir luttakarunum á einari AUF summarlegu (sosialdemokratiskir ungdómar). Í alt doyðu 77 fólk, 69 vórðu dripin undir hópadrápið á Utøya og 8 vóru deyð av bumbuni. 33 av fólkunum sum doyðu, vóru undir 18 ár. Fyrrverandi norski forsætisráðharrin Gro Harlem Brundtland var á oynni beint áðrenn tað hendi, og núverandi forsætisráðharrin Jens Stoltenberg skuldi vera við í einum møti dagin eftir.

Áðrenn hendingina, hevði Breivik vápnaloyvi og var limur í einum sera høgrasinnaðum bólki. Við síni egnu fyritøku keypti hann kunsttøð í stórum mongdum, og undir hópdrápinum nýtti hann kúlur nevndar dum dum-kúlir, fyri at gera so nógvan skaða, sum hann kundi á ofrini. Hann var ílatin í einum løgreglubúnaði, einum skottryggum vesti, og hann gav til sjóndar, at har skuldi gerast eitt routine-check á oynni. Eitt vitni sigur, at hann gekk runt og skeyt við 10 sekundir millumrúm millum skotini í 3 kvarter, meðan hann rópti og skar í fagnaðarróp. Fólk skríggjaðu og grótu. Nøkur goymdu seg í runnum, meðan onnur royndu at svimja til meginlandið. Uml. kl. 19.00 bleiv sagt, at brotsmaðurin varð handtikin. Rættarmálið ímóti Breivik byrjaði mánadagin tann 16. apríl 2012.

Í tingrættinum varð Breivik hin 24. august 2012 dømdur til 21 ára fongsulsrevsing, har hann sum minstamark skal sita í 10 ár.[2] Breivik kunngjørdi, at hann ikki ynskti at kæra dómin, og at hann heldur ikki vildi taka ímóti dóminum, tí at hann ikki viðurkendi rættin sum lógligan, og tann norski ríkisadvokaturin avgjørdi at ákærumyndugleikin heldur ikki ynskti at kæra dómin.[3].

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. JP.dk
  2. Breivik tilregnelig – dømt til forvaring, VG 24. august 2012
  3. 22. juli-saken – påtalemyndigheten anker ikke


* http://nyhederne.tv2.dk/article.php/id-49759399:anders-breivik-blev-presset%C3%A5-retsm%C3%B8de.html

* http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-14259989

* http://spip.modkraft.dk/tidsskriftcentret/linkbox/article/terrorangrebet-i-norge-201

* http://www.troels-ravn.dk/utya

* http://mobil.stiften.dk/article.pml;jsessionid=16C85AF14871ABAAB2815ABACC2887BAuw-portal2?guid=19814557

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]