Anabolskar steroidir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Anabolskar steroidir verða nýttar at økja um vøddastødd og kropsliga styrki. Verða vanliga bara kallaðar anabolskar ella steroidir. Anabolskar steroidir fáast sum tablettir og hylki og at drekka. Evnið verður koyrt í munnin ella sproytað beinleiðis í vøddarnar. Verður tað sproytað í vøddarnar, fer tað spakuliga út í kroppin og kann tað taka dagar ella vikur.

Misnýtir tú steroid, fært tú pirrur og feittuta húð og tað kann skaða eitt nú livur og hjarta. Dreingir fáa niðursetta sáðframleiðslu, so tað kann gerast ringt at fáa børn. Kynsligi hugurin verður minni, og tá tú endiliga hevur hug, fært tú ikki standing. Tú fært eisini "kvinnulig" bróst. Hjá gentum verður mánasjúkan órógvað og evnini at fáa børn verða niðursett. Tú fært mannligar eginleikar, so sum øktan hárvøkstur á kroppinum, verður skallut, djúpari rødd og fær smærri bróst. Flestu av hesum avleiðingunum eru varandi og hvørva ikki, hóast tú gevst at taka anabolskar steroidir.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið