Allan Mørkøre

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Allan Mørkøre (føddur 22. nov. í 1971) er ein føroyskur fótbóltsspælari (miðvallaleikari) og venjari. Allan er mest kendur frá føroyska landsliðnum, hann hevur millum annað skorað móti dananum Peter Schmeichel, sum var málmaður á danska fótbóltsmanslandsliðnum og bæði í 1992 og 1993 varð útnevndur heimsins besti málmaður. Allan er útbúgvin pedagogur og hevur arbeitt á barnagarði í fleiri ár. Beiggi Allan, Kurt Mørkøre, er eisini kendur frá føroyska A-landsliðnum í fótbólti.

Leikari á føroyska A-landsliðnum[rætta | rætta wikitekst]

Allan Mørkøre hevur spælt 54 dystir fyri føroyska landsliðið í tíðarskeiðnum 1990 til 2001. Hetta tíðarskeiðið hevur Allan skorað eitt mál fyri Føroyar [1].

Venjari[rætta | rætta wikitekst]

Allan Mørkøre var leikandi venjari hjá bestu deildini hjá AB í nøkur ár, fram til 2010[2] Archived 2009-11-24 at the National and University Library of Iceland Síðsta árið spældi hann ikki við liðnum. Í august 2010 gjørdist Allan Mørkøre høvuðsvenjari hjá B36. Sigfríður Clementsen var venjari áðrenn hann.[3][deyð leinkja] Í 2011 var hann venjari hjá næstbesta liðnum hjá HB. Í 2012 er hann venjari hjá B71, sum spælir í 1. deild.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið