Agngágga
| Agngágga | ||||||||||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| Vísinda flokking | ||||||||||||
|
Agngágga (frøðiheiti - Buccinum undatum) er vanlig fram við fjøruni.
Innihaldsyvirlit |
Útsjónd [rætta]
Agngágga liggur í ruflutari, vundnari gágguskel. Uttan um innvølin er poki, sum er vaksin eftir gágguskelini. Fullvaksin verður gágguskelin uml. 11-14 cm til hæddar. Beint oman fyri høvdið er skeljarondin vaksin út í tút. Long andingarpípa liggur út gjøgnum tútin.
Liviøki [rætta]
Agngágga er vanlig á sandbotni og hellubotni, har dýpið er um 10 metrar. Hon skríður eftir botninum eftir dýrum, sum sita still. Hon tekur heldur lívveik ella deyð dýr. Tá ið hon skal eta, toyggir hon sevilin út. Sevilin er ein partur av munninum. Inni í sevlinum liggur rívitungan, og á henni eru smáar, hvassar tenn. Agngágga rívur hol á fongin. Tá ið holið er nóg stórt, stingur hon sevilin inn og fer at ríva burtur úr dýrinum.
Nøring [rætta]
Agngágga gýtir eggini í smá hylki, hon sjálv hevur gjørt. 1000 egg eru í hvørjum hylki. Øll hylkini eru kleimd saman í klunkar, sum eita lættisoppar. Bara 30 ungar verða klaktir í hvørjum hylki. Teir eta øll hini eggini. Síðan eta teir sterku ungarnir teir veiku. Tá ið av tornar, koma bara 10 smáar gággur úr hvørjum hylki. Lættisoppar eru vanligir at síggja í fjøruni.