Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Drifting. 2006.
"Carpe Diem". Listarverk eftir Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, sum hanga umborð á Smyrli.

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir er føroysk listakvinna. Hon er fødd 1966 í Havn og býr nú á Argjum. Aggi hevur eisini búð í Danmark, har hon tók listarliga útbúgving og so búði hon nøkur ár suðuri í Vági, har hon hevði myndlistaverkstað í sama bygningi sum Ruth Smith Savnið heldur til. Í nøkur ár var Aggi forkvinna í felagnum, Skálin við Skálá, sum eigur Ruth Smith Savnið. Aggi fær íblástur ymsastaðni frá, eitt nú frá náttúruni. Fleiri av málningum hennara vísa smálutir av t.d. blómum.


Listaframsýningar[rætta | rætta wikitekst]

Aggi hevur luttikið í ymiskum listaframsýningum bæði í Føroyum og í øðrum londum. Eitt nú kann nevnast, at Aggi var gestaframsýnari á Heystframsýningini í Listahøllini á Tórshavnar Skipasmiðju, sum nú eitur MEST, og í Norðurlandshúsinum á heysti 2008. Ein av hennara málningum, sum nevnist Dilsea Carnosa/Kjøtblað (2007) og var við á framsýnigini, var nýttur sum kápumynd á bóklingi, sum var útgivin í sambandi við framsýningina.[1] Aftur í 2009 var Aggi gestaframsýnari á Heystframsýningini. [2]

Smyril M/S[rætta | rætta wikitekst]

Tá nýtt skip, Smyril, varð keypt til Suðuroyar leiðina í 2005, varð avgjørt, at ung føroysk listafólk skuldu sleppa at prýða skipið við teirra list. Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir er eitt av listarfólkunum, sum hava myndprýtt Smyril, tað gjørdi hon við myndarøðini "Carpe Diem". [3]


Skapandi spírar og Ung í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir hevur verið leiðari av fleiri verkætlanum fyri ung, eitt nú hevur hon tríggjar ferðir verið verksmiðjuleiðari av verkætlanini "Skapandi Spírar", seinast var suðuri í Vági, tá Vágs Kommuna fylti 100 ár. Børn sluppu at royna seg sum listafólk og so var framsýning við listarverkum teirra. Í dag hanga fleiri av hesum málningum á Heilsumiðstøðini í Vági og prýða veggirnar í læknahølunum har. [4] [5]

Aggi var leiðari av myndlista verksmiðju í verkætlanini "Ung í Føroyum Suður" í 2007. [6]

Skúladepilin í Suðuroy[rætta | rætta wikitekst]

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir er eitt av listafólkunum, sum fingu heiðurin at prýða stásiliga Skúladepilin í Suðuroy. Flestu av málningum hennara hanga í stóru kantinuni, har stór vindeygu venda eystureftir móti Hovsbygd. [7]

Útbúgving[rætta | rætta wikitekst]

Aggi hevur nomið sær holla útbúgving í Danmark, hon tók 5 ára útbúgving á Det Fynske Kunstakademi í Odense (1990-95) og eitt ára útbúgving á Billedskolen á Jagtvej í Keypmannahavn (1989-90).

Leinkjur[rætta | rætta wikitekst]